Magnus triðbestur í innleiðandi

Magnus Jákupsson luttók í morgun í innleiðandi riðlunum í 200 metra ryggsvimjing á donsku meistarstevnuni á langgeil.

 

Hann svam triðbestu tíðina av teimum 24 sum luttóku. Tíðin var 2:09.35, aftanfyri Mads Knoblauch á 2:08.06 og Kevin Witt Christensen á 2:08.98. Hann er tí víðari til finalu seinnapartin, har teir fara at svimja um heiðursmerki, skrivar svimjing.com

 

Magnus Jákupsson hevur vunnið gull í bæði 50m og 100m rygg á DM stevnuni.