Bogaskjóting
Bogaskjótideildin hevði sent tvey føroysk umboð til kappingina í Hillerød, sum eisini virkar sum upphiting hjá bestu donsku skjúttunum undan HM-kappingini.
Til samans vóru 130 luttakarar, og skutu vaksin her yvir 18 metrar, meðan yngru skjúttarnir skutu yvir 12 metrar.
Teir báðir føroyingarnir vóru Magnus Andreasen úr Ørvi, sum skeyt compound, og Bogi Andreasen úr Vágaskot, ið skeyt recurve. Hartil tók føroyski Kristian Niclasen eisini lut í kappingini. Kristian er búsitandi í Danmark, og skeyt hann fyri eitt felag í Glostrup.
Silvur til Magnus
Bogi Andreasen var millum teir 16 skjúttarnir, sum vunnu seg víðari til finaluumførini, men her hitti hann í fyrsta umfarinum ein sterkan dana, sum við 110-90 sendi Boga úr kappingini.
Betri gekst hjá Magnus. Í innleiðandi bólkunum setti hann persónligt met við 572 stigum, og rakk hetta til næst besta úrslitið í bólkinum.
Í 1/4-finaluni gjørdist talan um tryggan sigur, men í hálvfinaluni var greitt, talan var um sterka mótstøðu. Her hitti Magnus skjúttin, sum gjørdist nummar trý í innleiðandi bólkinum, men í besta Robin Hood stíli varð hesin sendir úr kappingini. Yvir fýra umfør er hægsta stigatalið, sum kann vinnast, 120 stig, og av hesum fekk Magnus 116, soleiðis at hann vann dystin klárt.
Og fram til fjórða og seinasta umfarið í finaluni, var Magnus eisini á odda. Hann hevði tá skotið 86 stig móti 85 hjá mótstøðumanninum, men í seinasta umfari vann danin seg kortini eitt stig framum.
Men hóast hetta, so var talan um eitt framúr úrslit hjá 14 ára gamla Magnus. Steyp fekk hann eisini heim við sær – hetta fyri avrikið í innleiðandi umfarinum.
Kristian Niclasen, Glostrup, skeyt innleiðandi 480 stig. Hann bleiv nr. 4 í sínum bólki, men megnaði ikki at koma víðari til finaluumførini.