Magnus: Vit blivu dømdir út úr dystinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Dømingin hjá norðurírska dómaranum, Tim Marshall var eitt stórt vónbrot fyri Magnus H. Olsen hjá NSÍ

- Vit vóru dømdir út úr dystinum, hetta er reguler láturlig døming í dag, eru bersøgnu orðini Magnus Hendriksson Olsen, sum eisini hevur ilt við at fáa eyga á, at tað skuldi verða brotsspørk í teimum báðum støðunum, sum førdi til bæði málini hjá Shakhtyor Soligorsk, tá NSÍ tapti 0-2 á Svangaskarði á Toftum fyrr í kvøld. Magnus H. Olsen hevur eisini ringt við at síggja, at Jens Joensen átti tað seinna gula kortið, tá ein spælari hjá Shakhtyor Soligorsk kavaði. 

 

Magnus H. Olsen kom inn fyri Klæmint Olsen, sum mátti út við skaða. Leikliga heldur Magnus H. Olsen ikki, at NSÍ haltaði aftanfyri mótstøðuliðið, og hann staðfestir, at NSÍ kom í góðar støður, sum tíverri ikki góvu mál.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Magnus H. Olsen aftaná dystin.