Eftir hondbóltsdystin, sum var í høllini í Vestmanna í kvøld, var móttøka á skránni.
Tá var nevniliga Sarah Mahfoud á vitjan. Ein kann kanska siga, at hon vitjar í heimbygdini.
Herfyri vann Sarah heimsmeistaraheitið í boksing. Og hon er nú komin heim at vitja ommu sína í Vestmanna.
Tí nýttu vestmenningar høvið at hava móttøku, nú ein heimsmeistari kom at vitja.
Pauli Trond Petersen, borgarstjóri, heilsaði heimsmeistaranum, og høvi var hjá stórum og smáum at heilsa uppá.
Sarah hevur pápa, ið er úr Sýria, og mammu úr Vestmanna. Hon búði fyrstu barnaárini í Føroyum, men flutti sum smágenta til Danmarkar.
Hon er fødd 29. spetember í 1989.
Í 2016 vann hon dansikappingina Vild Med Dans hjá TV2, og fyri kortum gjørdist hon heimsmeistari í boksing í flokkinum fjøðurvekt.
##med2##