Maja í Túni 90 ár

Mánadagin 17. mars verður Maren Elisabeth ella Maja í Túni 90 ár.

Maja er ættað úr Havnini, men størsta partin av lívinum hevur Maja búð áToftum.

Maja er dóttir Jóhonnu og Jens Christian Guttesen á Tinghúsvegnum í Havn. Hon var ættað úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Maja og tey vóru ellivu systkin: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirsten, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar.

Jens, Óli Jógvan, Gunhild, Leivur, Ingrid og Gunnar eru farin. Kirsten, Petur og Brynhild búgva í Havn, Erling býr í Glostrup, og Maja býr á Toftum.

Maja giftist 9. januar í 1943 við Júst í Túni á Toftum, har tey búsettust. Júst, ið var kendur skipari og vinnuligur undangongumaður, doyði 5. august í 1995. Á heysti í 1987 fluttu tey bæði til Havnar at búgva í íbúð í kjallaranum hjá elstu dóttrini, og har búði Maja í 17 ár. Síðani sambýlið Vesturskin á Toftum kom fyri góðum trimum árum síðani, hevur Maja búð har, og har kennir hon seg væl millum góð starvsfólk og fryntlig búfólk. Hon hevur altíð verið góð við og hildið nógv av toftafólki, og har inni fær hon altíð gott skoðsmál. Ikki minst frá fleiri ættarliðum av toftabørnum, sum so mangan spældu í túninum hjá henni.

Maja og Júst eiga átta børn: Andrias, Alma, Hanna, Kristian, Petur, Sanna, Símin og Marjun. Alma og Hanna búgva í Havn, og hini búgva á Toftum. Júst var hittinorðaður, og onkuntíð tók hann til, at tað var ótrúligt, at so nógv skuldi spyrjast burturúr einum túri niðan eftir Sanatoriuvegnum saman við einari fittari havnargentu: Maja eigur átta børn, átta svigerbørn, 29 barnabørn og higartil eru 22 langommubørn komin.

Sum ung genta arbeiddi Maja á apotekinum, og so tænti hon m. a. hjá Heinesen og Christiani Holm. Eftir at hon var gift, var hon heimaarbeiðandi, og tað var nóg mikið at takast við. Børnini vóru tøtt, og heimið var eyðkent av stórum gestablídni og nógvum vitjanum.

Tá ið øll børnini vóru undankomin, var Maja á Nyki í nøkur ár, og har dámdi henni væl at vera saman við øðrum toftakonum.

Guttesen fólkini duga væl at syngja og spæla uppá. Øll systkini hava í síni tíð sungið í sangkórinum í Ebenezer, og eftir at hon var komin til Toftir, var Maja hollur sangstuðul í salinum, har hennara andaliga heim var, og har hon altíð møtti, tá ið nakað var á skránni.

Eitt stórt ár eftir at Maja og Júst vóru flutt til Havnar at búgva, fekk hon eitt strik, sum hevði við sær, at hon gjørdist lamin í aðrari síðuni. Hóast tað síðani ikki hevur verið so lætt at ferðast og vitjað, sum tað var frammanundan, so hevur Maja verið við, tá ið familjan er komin saman, og inntil fyri fáum árum síðani var hon á hvørjum sumri á bíbliuskeiði í Zarepta.

90 ára føðingardagin heldur Maja saman við sínum næstu. J