Óli Holm
Í samband við at makaskiftið millum Tekniska skúla og Tórshavnar skúla er avgreitt, helt Óli Holm, landsstýrismaður í mentamentamálum hesa røðuna undir hátíðarhaldinum:
»Dagurin í dag er ein hátíðardagur av fleiri orsøkum. Tann beinleiðis orsøkin er, at vit í dag kunnu staðfesta, at makaskiftið millum Tekniska Skúlan og Tórshavnar Kommunu nú er endaligt.
Óbeinleiðis er hetta síðsta punktummið, ið staðfestir, at tann mangan turbulenta støðan, ið hevur verið millum skúlamyndugleikarnar og skúlan, nú er ein farin tíð.
Tey síðstu 4-6 árini hava vit sum skúlamyndugleiki arbeitt miðvíst fyri, at stevið millum skúla, vinnu og myndugleikar skal vera so gott sum gjørligt. Fyrst var farið undir at tryggja og dagføra lógargrundarlagið fyri yrkisskúlarnar og tær útbúgvingar, ið hesir skúlar varða av.
Eitt stórt stig á leiðini var rokkið, tá ið vit síðst í 1998 fingu lógina um yrkisskúlar og lógina um yrkisútbúgvingar.
Lógin um yrkisskúlar, ið var tann fyrsta føroyska lógin á hesum øki, ásetir øll týðandi viðurskifti millum skúla og myndugleikar. Lógin ásetir m.a treytir fyri góðkenning sum yrkisskúli, hvussu leiðsluviðurskiftini verða skipað . Eisini verður ásett at yrkisskúlar eru sjálvsognarstovnar við einum stýri, har viðkomandi yrkisfeløg, kommunan, starvsfólk og næmingar eru umboðað. Og lógin hevur ásetingar um, hvussu og í hvønn mun tað almenna stuðlar skúlanum fíggjarliga bæði viðvíkjandi undirvísingarvirksemi, rakstri og íløgum.
Lógin um yrkisútbúgvingar og tann hartil hoyrandi skipanin við yrkisútbúgvingarráði og yrkisnevndarfyrisiting, er næsta stigi í menningini av yrkisskúlunum og teimum útbúgvingarmøguleikum, ið eru innan hetta økið.
Tað hevur stóran týdning at vit fylgja við á útbúgvingarøkinum og samstundis laga okkara útbúgvingar til føroysk viðurskifti. Í næstum verður farið undir at dagføra lógina um yrkisútbúgvingar og verður SIT-útbúgvingin væntandi enn meira samskipa við yrkisútbúgvingarnar enn hon er longu í dag.
Tá ið formliga grundarlagið fyri skúlan og útbúgvingarnar var dagført, varð farið eitt stig víðari, og hevur denturin hesi síðstu árini verið lagdur á menning av skúlunum og samstarv millum báðar teknisku skúlarnar og ikki minst at loysa trupulleikarnir við hølisviðurskiftunum hjá tekniska skúlanum.
Teknisku skúlarnir hava í vár gjørt eina sínamillum samstarvsavtalu. Henda snýr seg um øll viðurskifti teirra millum, herímillum býti av verandi virksemi og hvussu skúlarnir í felag kunna menna tað virksemið, ið teir hvør í sínum lagi hava. Eisini er í hesum døgum eitt formligt samstarv um eftirútbúgving millum Føroya Handilsskúla og Tekniska skúlan í Tórshavn byrjað, og tað fegnast vit um.
Báðir teknisku skúlarnir hava eisini gjørt sær menningarætlanir fyri framtíðina og er nýggja framleiðslutøkninga-útbúgvingin her á skúlanum ein partur av hesum.
Makaskiftið, sum vit í dag hátíðarhalda, er úrslit av einum miðvísum arbeiði frá Mentamálastýrinum, og er tað eitt úrslit av tí avtalu sum Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn og Mentamálastýrið gjørdu í februar í ár. Henda avtala ber eisini í sær, at landstýrismaðurin ger tað, ið hann kann, fyri at útvega pening, so høli skúlans kunnu haldast við líka.,Hetta fyri at skúlin fær rímuligar umstøður at húsast í til ætlaði skúladepilin í Marknagili verður veruleiki.
Vinnuskúlarnir eiga at vera fremstir, tá ið tað snýr seg um førleikamenning av vinnulívinum. Hugsa vit um tær avbjóðingar, ið ein komandi oljuvinna krevur, so eru teir teknisku skúlarnir góð boð uppá stovnar, ið kunna vera við til at lyfta hesa uppgávu við at fremja tær útbúgvingar og tey skeiðini ið henda vinnan krevur.
Útbúgvingarpolitiskt vilja vit, í so stóran mun sum gjørligt samskipa skúlar, ið geva somu útbúgvingar. Henda ætlan er byrjað við tí vaksandi samstarvi, ið er millum báðar teknisku skúlarnar. Eisini er neyðugt at størri samstarv og samskipan fer fram millum ymisk skúlasløg eitt nú á miðnámsstigi. Ætlanin er at fara í gongd við projektering og keyp av grundøki til bygging av nýggjum studentaskúla 2003. Henda bygging verður samskipað við útbyggingarætlanirnar hjá Tekniska Skúlanum í Tórshavn og Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Við at byggja hesar 3 skúlar saman til eina eind, ein sokallaðan skúladepil fæst ein framtíðarhóskandi skúlabygningur, samstundis sum bygging í Marknagili gevur møguleikar fyri at gagnnýta felags útbúnað og hølir.
Við hesum makaskifti, ið vit í dag undirskriva eru skaptir góðir karmar til menning av tekniska skúlanum í Tórshavn. Tað skal at enda vera mín vón, at hetta stig ferð at síggjast aftur í eini dyggari førleikamenning av okkara ungdómi og ikki minst okkara vinnu samfelagnum øllum at frama.«