- Makrelbólkurin flutti eingi loyvir

- Tá Høgni Hoydal sigur, at sokallaði makrelbólkurin gav makrelkvotur til línuskip og at mann visti, at loyvini fóru at verða givin víðari til uppsjóvarskip, tá er tað ikki rætt.

 

Tað sigur fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen í viðmerking til samrøðuna, sum Høgni Hoydal hevði við Rás2 fyrr í dag.

 

Les eisini: Høgni Hoydal: Avgerðin hevði ikki lógarheimild og skal rættast

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað var ein avbjóðing fyri nøkrum árum síðani, at fáa fiska kvotuna, sum mann hevði, men at tann avbjóðingin er loyst síðani. Hann vísir á, at tað høvdu royndir verið gjørdar við línufiskiskapi í Norra eftir makreli, sum vísti positiv úrslit og tí vónaði mann, at tað eisini kundi rigga í Føroyu.

 

- Sokallaði makrelbólkurin var ikki annað enn ein vanligur politiskur fylgibólkur. Tá Høgni Hoydal sigur, at bólkurin gav kvotur til línuskip fyri at tey kundu geva tað víðari til uppsjóvarskip, tá er tað ikki rætt. Fylgibólkurin var ikki inni í umsitingini og vit blandaðu okkum ongantíð uppí hvussu loyvir og annað bleiv umsitið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í grundini hevur Høgni Hoydal ein stóran trupulleika, tí alt hann hartaði Jacob Vestergaard fyri í síni tíð, tað ger hann sjálvur nú.