Høvuðsføðin hjá makreli, meðan hann er í føroyskum øki um summarið, er djóraæti, serliga reyðæti (calanus finmarchicus) og eitt annað slag, nevnt Temora, sum er í ætt við reyðæti.
- Tað er ikki fyrr enn tíðliga á heysti, at annað enn djóraæti verður etið. Tá er talan um hvítingsbróðir, brisling og nakað av nebbasild.
Hetta eru niðurstøðurnar í verkætlanini "Makrelur á Landgrunninum", sum Fiskivinnugransking hevur fíggjað í 2011 og 2012.
- Tað eru ikki smávegis nøgdir, sum skulu til fyri at gøða makrelin teir mánaðirnar, sum hann er í føroyskum sjógvi.
Ritið Sjóvarmál, sum Havstovan gevur út, vísir á eitt einfalt dømi úr verkætlanini:
- Siga vit, at 1 miljón tons av makreli koma inn í føroyska økið at fita seg, er talan um 1,6 miljónir tons, sum fara úr aftur økinum um heystið.
Sjóvarmál vísir á, at miðalvøksturin er um 60% fyri 3-6 ára gamlan makrel. Tað merkir, at 600.000 tons verða løgd aftrat upprunaligu vektini.
- Vanliga verður roknað við, at 20% av vektini verða førd víðari frá einum liði í føðiketuni til tað næsta, so í veruleikanum skal makrelurin eta 3 miljónir tons av føði, meðan hann er í føroyskum øki, skrivar Sjóvarmál.