Makrelur um allar Føroyar

Magnus Heinason er júst liðugur við makrelkanningar rundan um Føroyar, og Havstovan sigur, at makrelur var at fáa alla staðni rundan um oyggjarnar. Tó bendu kanningarnar á, at minni er til inni á grunnum vatni, nevniliga á grynri enn 150-200 metra dýpi, enn longur úti.

- Sildin stóð millum makrelin nær vatnskorpuni mest sum í øllum økinum, og í fleiri førum var meira av sild enn av makreli. Tað vísti seg, at har nógvur makrelur var at fáa, var oftast nógv sild blandað uppí og har, sum bert makrelur var, var ikki so nógv til.

Havstovan heldur, at orsøkin til hetta er at finna í hitaviðurskiftunum og í nøgdunum av føði, serliga reyðæti.

- Tað er okkurt sum bendir á, at meira sild er her á okkara leiðum enn vanligt hesa tíðina. Tó kann væntast, at norðhavssildin fer norðureftir, tá nakað er ligið út í juli.

Lagt verður aftrat, at í fjør byrjaði fiskiskapurin eftir makreli ikki fyrr enn mitt í juli, og tí er helst ov tíðliga enn at siga nakað um nøgdirnar av makreli og um íbland av sild.

Kanningin hjá Havstovuni er partur av verkætlanini “Makrelur á Landgrunninum”, sum lutvíst er fíggjað av Fiskivinnugransking.

Øll frágreiðingin um makrelkanningarnar hjá Havstovuni kann lesast á www.hav.fo