Ómaksleyst

Neistin spældi als ikki nakran góðan dyst, men í løtum megnaðu tær kortini at vísa, at tær als ikki eiga at sammetast við niðaru liðini

Hondbóltur

Kvinnurnar hjá Neistanum hava fyri stóran part av endaspælinum verið í einum slag av ongamannalandi,og tí er kanska ikki løgið, um motivatiónin hjá teimum so smátt er farin at dala, nú landskappingin av álvara tykist halla móti endanum.

Lítil spenningur
Hetta tóktist tó ikki nerva liðið, tá tær sunnudagin tóku móti StÍF. Longu fyrstu løtuna løgdu tær bragdliga fyri, og tað tóktist ganga tann vegin, at talan kundi gerast um rættiligan stórsigur.
Men StÍF kom tó betri fyri seg, sum dysturin gekk. Við einføldum spæli í álopsspælinum fingu tær ferð eftir skapt pláss til Melicu Ergic, og tá hon fær loyvi at skjóta, so er hon avgjørt ein av vandamestu bakspælarunum í landinum.
Soleiðis hevði StÍF næstan fingið heimaliðið aftur undan steðginum, men tað var tó skjótt, at Neistin í seinna hálvleiki staðfestu, at tær ikki ætlaðu sær at missa stigini. Í verjuni var spælið nú nógv betri skipað, og ferð eftir ferð gav tað kontramøguleikar, sum so líðandi gjørdu tað púrasta vónleyst hjá gestunum at fylgja við. Eitt lítið skifti megnaði StÍF tó at skap nakað, sum minti um spenning, men tá Neistin so aftur setti ferðina upp, so mundi eisini seinasti ivin fara úr dystinum.

Hugsa frameftir
Og við sigrinum heldur Neistin framvegis fast um vónina um, at tað skal bera til at taka VÍF aftur. Hesin spurningurin verður kanska avgreiddur komandi vikuna, tá Neistin fyrst skal avgreiða heingipartíið móti Søljuni, áðrenn leiðin gongur til Vestmanna, men hóast tað kanska skuldi eydnast at fáa fult í hesum báðum, so treytar eitt bronsumerki helst eisini ein sigur í Klaksvík á seinasta leikdegi, og tað ljóðr so ikki sum nøkur løtt uppgáva.
Hjá StÍF eru eyguni helst longu nú vend móti komandi kappingarári. Skulu tær her veruliga gera seg galdandi, so verður neyðugt við nøkrum nýggjum útlendskum leikarum, tí ein av slagnum er bara ikki nokk í kvinnuhondbólti í dagsins Føroyum.

Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 29-22 (14-13)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte 13(4), Lív Sørensen 5, Marjun Tróndarson 3, Ása á Neystabø 3, Lina Andrijulyte 3, Unn Kragesteen 1, Susan Brockie 1
Neistin: Melica 10(1), Paula B. Høgnesen 3, Poula D. Olsen 3, Sunfríð B. Jacobsen 2(2), Katrin Petersen 2, Ann Mari Østerø 1, Anna B. Danielsen 1
Brotskøst: Neistin 5, StÍF 4
Útvísingar: Eingin
Dómarar úr Stjørnuni: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Kundu taka sær av løttum undan truplu uppgávuni í mansdystinum.