Mál, ferð og rok á Anfield

Premier League: Arsenal hevur framvegis eina leiðslu, men tað stóð nógv á í gjár

Um vikuskiftið var 30. umfar í Premier League. Manchester City og Erling B. Haaland vunnu tryggan 4-1 sigur á Southampton leygardagin, tí var stórt trýst á oddaliðnum Arsenal, sum sunnudagin var á vitjan hjá Liverpool á Anfield.

 

Arsenal vann sær eina uppiborna 2-0 leiðslu miðskeiðis í fyrra hálvleiki við málum frá brasilsku landsmonnunum Gabriel Martinelli og Gabriel Jesus. Alt sá gott út inntil Granit Xhaka valdi at skumpa Trent Alexander-Arnold. Tað setti lív í Anfield og Liverpool.

 

Liverpool minkaði um munin fyri hálvleik við máli frá Mohamed Salah, sum í seinna hálvleiki brendi brotsspark. Stutt fyri tíð javnaði innskifti Roberto Firmino til úrslitið 2-2.

 

Eftir dystin var eftirmælið, at hetta var ein ferðmiklastu og hendingaríkastu uppgerðunum í hesum kappingarárinum. Dysturin fær eisini eitt ávíst eftirspæl, tí ein hjálpardómari tóktist geva Andrew Robertson hjá Liverpool ein alboga í andlitið.

 

09.04Liverpool2:2Arsenal
09.04Leeds1:5Crystal Palace
08.04Southampton1:4Manchester City
08.04Leicester0:1Bournemouth
08.04Aston Villa2:0Nottingham F.
08.04Brentford1:2Newcastle
08.04Fulham0:1West Ham
08.04Wolves1:0Chelsea
08.04Tottenham2:1Brighton
08.04Manchester Utd2:0Everton
1Arsenal30234372:2973
2Manchester City29214475:2767
3Newcastle291511348:2156
4Manchester Utd29175744:3756
5Tottenham30165955:4253
6Aston Villa301451141:4047
7Brighton28137852:3646
8Liverpool29128950:3544
9Brentford301013747:4043
10Fulham291161239:4039
11Chelsea301091129:3139
12Crystal Palace30891329:4033
13Wolves30871524:4231
14West Ham29861527:3930
15Bournemouth30861628:5730
16Leeds30781539:5429
17Everton30691523:4327
18Nottingham F.30691524:5427
19Leicester30741940:5225
20Southampton30651924:5123