Malala hevur tað betur

Pakistanska gentan Malala Yousufzais, sum varð skotin í høvdið og økslina, hevur tað betur, eftir at hon hevur verið á skurðborðinum á einum hernaðarsjúkrahúsi har norðuri í Pakistan.

-Læknarnir siga, at hon sleppur við lívinum, men at teir skulu halda eygað við henni í tvey samdøgur afturat, sigur pakistanski innanríkisráðharrin, Rehman Malik, við fjølmiðlarnar.

Taliban hevur átikið sær ábyrgdina av drápsroyndini. Rørslan sigur, at hon setti sær fyri at beina fyri teirri 14 ára gomlu gentuni, tí hon livir eitt ósømiligt lív. Malala Yousufzais hevur verið sera virkin talskvinna fyri, gentur í Pakistan hava rætt til útbúgving.

Álopið hevur vakt stóran ans bæði í Pakistan og aðrastaðni, og pakistanski herovastin hevur svorið, at hann fer at gera alt, sum gerast kann, fyri at fáa fatur á teimum seku.