Malaysia nær ikki málinum

Búskaparliga kreppan í Malaysia hevur órógvað ætlanina um at gerast eitt framkomið land áðrenn ár 2020

Singapore, Sosialurin: Innan ár 2020 var ætlanin at Malayia skuldi gerast eitt land, sum fíggjarliga var á jøvnum føti við tey ríku ídnaðarlondini í Europa og Norður Ameriku. Men hesar ætlanir verða seinkaðar nøkur ár orsakað av herviligu fíggjarkreppuni, sum hevur rakt Asiu seinasta árið.

Forsætisráðharrin í Malaysia, Datuk Dr Mahathir, sigur við Straits Times í Singapore í gjár, at Malaysia hevði ein dreym um at gerast eitt ídnaðarland áðrenn áðrenn ár 2020, men teir eru ikki so vísir longur.

? Orsakað av tí fíggjarligu óvissuni, sum hevur valdað í okkara heimsparti seinastu tíðina eru vit ikki rættuliga greiðir yvir hvat liggur fyri framman.

- Kreppan hevur orógvað fíggjarliga vøksturin í Malaysia, sum hevur gingið við strúkandi ferð seinastu mongu árini. Vit trúðu, at vøksturin fór at halda fram i óendaligar tíðir., segi forsætisráðharrin.

Fíggjarligi vøksturin í Malaysia verður nú roknaður at vera um tvey prosent. Hetta er fýra ferðir minni enn vøksturin seinastu fimm árini og afturgongdin byrjaði í fjør.

Mahathir hevði í gjár ein fund við amerikanskar handilsmenn og hann segði, at nú vónaði hann, at tað ringasta var farið afturum. Hann roknaði við, at við nýggjum íløgum úr Malaysia og úr øðrum londum fór endur?reisingartíðin ikki at gerast so drúgv. Serfrøðingar siga, at orðini frá forsætisráðharranum boða ikki frá nøkrum nýggjum. Singapore hevur longu ásannað, at málið at náa sveis?iska standardin fyri einum vælferðarsamfelag, sum varð orðaður í 1984, verður seinkaður Singapore í eini 3-4 ár. Málið var 1999, men øll eru samd um, at hetta málið verður ikki nátt.

-Tað kann taka Malaysia eini fimm ár aftur at náa fíggjarliga vøksturin upp á sjey prosent. sum var setningurin í seinastu fimm ára ætlanini hjá Malaysia, sigur Eddie Lee, ein fíggjafrøðingur í Malaysia.

Í 1991 boðaði forsætis?ráðharrin Dr. Mahathir frá ætlanini um at gera Malaysia til eitt framkomið ídnaðarland innan ár 2020. Landið skuldi tá verða ment politiskt, fíggjarliga, sosialit, andaliga og mentunnarliga. Kanska var málið ikki heilt burturvið, tí Malaysia upplivdi árini fram?manundan kreppuni ein tann størsta fíggjarliga vøksturin, sum nakrantíð er sæddur.

Ongastaðni í Asia er so stórt byggivirksemi farið fram sum í Malaysia seinastu árini. Í høvuðsstaðnum Kuala Lumpur stendur í dag millum mongu háhúsini heimsins hægsta hús. Tað er næstan 500 metrar høgt. Hetta húsið skuldi vera eitt tekin um málið ár 2020.

Fíggjariga kreppan hevur lagt sína slavnu hond yvir Malaysia. Malaysia er stórt land. Umframt Malayisku hálvoynna við høvuðsstaðnum Kuala Lumpur, í vanligari talu KL, eru tveir stórir statir á norðursíðuni á stóru oynni Kalimantan, ella Borneo, sum hon varð kallað fyrr.

Allastaðni merkja fólk til kreppuna. Gjaldoyra, Ringidurin, er viknaður munandi seinastu tíðina og tá sleppst ikki undan inflatiónini. Meðan pengarnir fólk hava um hendir gerast minni í virði, so hækka prísirnir.

Sum nevnt, so hevur byggivirksemið verið sera stórt, men nógv av hesum er nú steðgað á hálvum gekki. So nógv arbeiði hevur verið í Malaysia, at arbeiðarar í stórum tali eru komnir eitt nú úr Indonesia at arbeiða. Nú ongir pengar eru at taka til, verða fremmandi arbeiðararnir teir fyrstu, sum verða koyrdir til hús. Í Indo?nesia eru stórur trupul?leikar frammanundan so fram?tíðin hjá hesum arbeiðarum er ikki bjørt.

Í Malaysia eru megin?parturin av íbugvunum muha?medanarar. Men burtursæð frá einstøkum statum, so eru malayar kendir fyri at verða friðarelskandi fólk.