Malena og Hjarnar Djurhuus gullbrúdleyp

Fríggjadagin 30. september kunnu hjúnini Malena og Hjarnar Djurhuus í Havn halda gullbrúdleyp.

Malena og Hjarnar vórðu vígd 30. september 1955 av Axeli W. Tórgarð presti, sum í dag er 82 ára gamal.

Malena er úr Havn, hon er næstelst av teimum fýra børnunum hjá Katrinu, ættað av Kirkju, og Julius Clementsen (Julius í Syðradali), ættaður av Syðradali á Kallsoynni. Børnini eru: Jógvan, Malena, Martin og Mikkjal.

Hjarnar er elstur av teimum sjey børnunum hjá Hjørdis, f. Kamban, úr Havn, og Hákun Djurhuus úr Skúvoy. Hini systkini eru: Tórmóður, Annika, Malan, Jógvan (hann doyði í 1973, 34 ára gamal), Kristin (hon doyði í 1939, hálvt ára gomul), og Kristin. Jógvan og tann fyrra Kristin vóru tvíburar. Hjarnar vaks upp í Klaksvík, har foreldrini vóru lærarafólk. Mamman, Hjørdis, er í dag 95 ár gomul og býr í Havn.

Í 1954 fóru Malena og Hjarnar til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Hon lærdi til læknaskrivara og hann til maskinverkfrøðing.

Í 1968 fluttu tey heim aftur til Føroyar at búgva, tá Hjarnar fekk starv hjá oljufelagnum P/F Shell í Havn, og í 1969 tók hann við sum stjóri har eftir Conrad Joensen, ið tá hevði sitið sum stjóri síðan 1954 og fór frá fyri aldur. Hjarnar hevði tá arbeitt sum verkfrøðingur hjá A/S Dansk Shell í Keypmannhavn í nøkur ár.

Tey keyptu eitt stórt grundstykki í Dalakróki í Havn, og í 1972 kundu tey flyta inn í eini nýggj hús har. Hjarnari dámar væl at arbeiða úti, og sum frítíðarítriv hevur hann velt alt grundøkið rundan um húsini, og á hvørjum ári setur hann niður epli, sáar røtur o.a. Eisini spælir hann tennis tvær ferðir um vikuna.

Í 1970 fingu tey dóttrina Katrin, og Malena arbeiddi tey fyrstu árini heima, til hon í 1983 fekk hálvtíðarstarv sum læknaskrivari á psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum, har hon var til 1996. Áðrenn tað hevði hon arbeitt sum avloysari á deildini. Meðan tey vóru í Danmark, arbeiddi hon eisini sum læknaskrivari.

Katrin er gift Tórða Paturssyni úr Kirkjubø, har tey búgva og eiga fýra børn: Hjarnar, 11 ár, Svanna, 9 ár, Magna, 6 ár, og Olga, sum er 1 ára gomul.

Hjarnar fór frá sum stjóri á Føroya Shell í 1997, tá bróðursonurin Hákun Djurhuus tók við stjórastarvinum. Síðan hevur hann arbeitt hjá oljufelagnum BP. Og har er hann fastur fúsur framvegis. Við sínum drúgvu royndum og sínum alski til føðiland og landsmenn sínar hevur Hjarnar eisini víst seg at vera eitt sera gott val sum umboðsmaður fyri eitt av heimsins størstu oljufeløgum, sum er við í oljuleitingini við Føroyar. Umframt at hava hegni og skil til at umsita áhugamál hjá slíkari fyritøku hevur hann eisini víst seg at eiga tey týðandi evni at byggja brýr millum tað fremmanda og Føroyar við eitt nú at duga at skipa so fyri, at menningin á oljuøkinum gerst ein vinnarastøða fyri bæði oljufelag og Føroya land. Hjarnar er siðiligur maður og kendur fyri sítt varsemi og fyri ikki at leypa framav ella yvir garðin, har hann er lægstur. Hugtakið, heldur at vera fyrivarin enn eftirsnarin, eyðkennir hann og hansara arbeiði. Og altíð við tí góða orðinum. Í hesum bæði spennandi og ábyrgdarfulla starvi hjá BP hevur Hjarnar eisini víst seg at vera eitt gott umboð fyri Føroyar. Hjarnar hevur eisini havt nógv álitisstørv gjøgnum tíðirnar sum t.d. nevndarlimur í Fossbankanum, Atlantsflog og verkfrøðingafelagnum. Eisini var hann í mong ár umboðsmaður fyri Loyd`s Register Shipping. Í dag er hann í norðurlendsku komitéini í hesum felag.

Malenu hevur altíð dámt sera væl hondarbeiði, serliga at brodera og binda. Hetta hava familjan og ommubørnini eisini fingið ágóðan av. Tað er ikki smávegis, hon hevur fingið frá hondini millum ár og dag. Hon vísir eisini stóra umsorgan fyri familjuni i aðrar mátar.

Malena og Hjarnar ganga høgt upp í síni ommu- og abbabørn og nýta nógva tíð saman við teimum og fylgja væl við hvussu tað gongst teimum í t.d. ítrótti og skúlanum.

Hátíðardagurin verður hildin fríggjakvøldið fyri innbodnum á Hotel Føroyum.