Bestu verjuleikararnir í Føroyum hetta kappingarárið eru nú funnir á ársins-tiltakinum, sum Miðlahúsið og Fótbóltssambandið skipar fyri í kvøld.
Hjá monnunum var tað B36-verjuleikarin, Odmar Færø, ið fekk heiðurin sum ársins verjuleikari.
Í kvinnudeildini var tað veteranurin hjá KÍ, Malena Josephsen, sum varð kosin ársins verjuleikari.
- Tá ið vit hava vunnið FM so ofta, so er tað enn verri at síggja onnur vinna tað, men nú eru vit komnar niður á jørðina aftur, segði Malena og viðgekk, at heiðurin sum ársins leikari er eitt plástur upp á sárið.