Tað hevur verið ógvuliga friðarligt um bankamálið í einum flokki av øllum. Tað er í Fólkaflokkinum, sum annars var hann, ið legði málið fram í tinginum á sinni.
Bjarni Djurholm, tingmaður, sigur, at bankamálið er endað í ráðaloysi, orsakað av løgmanni.
Fólkaflokkurin situr nærmast løgmanni. Hví hava tit ikki gjørt tykkum galdandi?
Fyri at siga mína hugsan um hetta, noyðist eg at endurtaka gongdina í málinum, sigur Bjarni Djurholm. Hann byrjar við, tá Landssýrið setti sjálvbodna tingmannabólkin í bankamálinum 16. januar, og sigur, at øll vóru nøgd við tað.
25 januar fekk bólkurin handað tilfar frá serfrøðingarbólkinum. Bjarni Djurholm metti tá, at besta var at fara til samráðingar beinanvegin, men at semja var hvørki í andstøðu ella samgongu tá.
Semja var tó um at løgfrøðingarbólkurin skuldi gera eitt uppskot, sum teir skuldu hava einar 10 dagar at evna til. Síðani skuldu samráðingarnar við donsku stjórnina byrja.
So úrskrivaði Nyrup val í Danmark 6. februar og segði at hann ikki vildi samráðast við føroyingar fyrr enn eftir danska valið, sum var 11. mars, men 18. mars útskrivar løgmaður val í Føroyum, men tá var einki uppskot komið frá serfrøðingarbólkinum.
Síðan varð tosað um at geva løgmanni misálitisváttan, men tað vísti seg heldur ikki at bera til, tí tá var vandi fyri at fyrningarfreistin ikki kundi haldast.
Var løgmaður koyrdur frá, so hevði Landsstýrið ongar heimildir at samráðast. Harnæst kundi fíggjarnevndin ikki játta peningin, sum skuldi brúkast til stevningina, av tí at ongar heimildir vóru, um løgmaður var koyrdur heim, sigur Bjarni Djurholm.
Trupulleikin er, at einki mál verður loyst, tí løgmaður situr við lyklinum, og hann leggur ikki frá sær. Vit kunnu ikki biða um samráðingar, tí hann hevur útskrivað val, og vit kunnu ikki stevna, um løgmaður verður koyrdur frá.
Góðtekur Fólkaflokkurin í samgongu hetta?
Eg góðtaki ikki, at vit ikki fóru undir samráðingarnar í januar mánað, men tá var eingin samdur við mær.
Tí havi eg skotið upp, at stevna pørtunum í málinum, so at nýggja Landsstýrið kann fara undir samráðingarnar, sigur Bjarni Djurholm.
Torir Fólkaflokkurin at fara í samgongu við Sambandsflokkin aftur - og við Edmundi Joensen á odda?
Vit eru opin fyri samstarvi allar vegir. Eg havi ikki valt Edmund Joensen til løgmann og eg fari ongantíð at velja hann, sigur Bjarni Djurholm.