Malmberg á veg til botns: »Gud segði: Eg eri hjá tær.«

Í hesum partinum greiðir Malmberg frá síni ótrúligu bjarging, tá ið Tór II varð søktur av týskum kavbáti í 1942. Í fyrra partinum var hann á veg til botns.....

2. partur


Gud legði sín kjálka at mínum
Tá kom fram fyri meg: »Gud mín, Gud mín, hví er tú farin frá mær«. Og tá, ja, tað ljóðar ótrúligt. Gud kom til mín og segði: »Eg eri hjá tær«. Og hann legði sín mjúka kjálka afturat mínum. Hann var eisini mjúkur, kjálkin - og eg kenni sama fløvan enn.
Men tað, sum bjargaði støðuni nokkso nógv, var, at eg hevði mist knappin í buksunum. Eg hevði so fingið mær eina nál og sett knappin uppí aftur. Men eg hevði ikki knappað hann uppá selan aftur. Tað hevði eg ikki tíð til, tí hetta hendi so knappliga. So royndi eg at berjast, fyri at sleppa upp úr sjónum og upp í vatnskorpuna aftur. Tá misti eg bæði stivlar og buksur, og hetta gjørdi tað lættari at sleppa uppeftir. Hetta hevur kanska verið avgerandi fyri, at eg bjargaðist.
Eg kom so uppundan aftur, havi altíð dugað væl at svomið. Tað kann eg eisini takka D.D., gamla læraranum í Sørvági, fyri. Tá eg var komin uppundan aftur, sá eg eina jollu og ein bát, sum flutu har. Eg svam so til jolluna og slapp uppá hana; men hon var brotin. Hetta var kanska eisini heppið, tí tað gjørdi, at vit allir komu í sama bát. Jógvan Elias hevði svomið til tann lítla bátin, sum var eitt fýramannafar. Hann var komin í bátin og hevði fingið hann á rættkjøl. So kom skiparin, Óli Fossaberg, svimjandi móti mær. Eg bað hann ikki svimja her, tí jollan var brotin. Óli svam so til Jógvan Elias, og teir bugseraðu so bátin uppá síðuna av mær. Síðani fóru teir at oysa, og teir oystu hann tóman. Men tá var blivið myrkt, og har hoyrdist so einki. Vit sóu bara kavbátin, og hann var so mikið nær, at eg sá stakini á torninum. Vit roknaðu við at verða skotnir, men tað hendi so einki meira.
Hinar menninar sóu vit einki til. Vit royndu at rópa, men eingin svaraði. Eg var hvíttklæddur, bert í før­oyskum undirbuksum og føroy­sk­um hosum, undirtroyggjan var útlendsk, og eg var í skjúrtu.

Hevði lært at brúka bát
Eg plagdi at rógva út frá Sørvági og hevði lært at brúka bát. Tað kom nú okkum til góðar, at eg dugdi væl at handfara bæði segl og árar. Eg visti, at vit høvdu siglt undan, so tað var bara at seta segl tvørtur um á bátinum. Men vindurin varð so nógvur, at báturin skalv sum eitt bókablað; eg mátti so leggja seglið aftur. Síðani repaði eg seglið og setti so á aftur. Tá var seglið ikki størri enn ein svinta. Tað gekk fínt. Náttin gekk, og nógvur vindur var. Har var ein hægri makt, sum helt hondina yvir okkum, tað var púra sikkurt. At vit skuldu klára tað veðurlagið við tí bátinum!! Tað var bæði stormur, nógv regn og ringur sjógvur. Tað forstandi eg ikki...., jú eg forstandi tað væl. Tað var ikki okkara makt!.
So kom dagurin. Fossaberg hevði ligið í bátinum, og hann var ikki væl fyri. Hann segði eisini fyri mær, beint áðrenn hann doyði, at hann hevði ikki verið nakar maður síðan tá. Áðrenn tað varð ljóst, segði hann við meg, at hann skuldi koma at stýra. Nei, segði eg, hann skuldi ikki koma at stýra, fyrr enn tað varð blivið ljóst. Tað var bert ein ár at stýra við. Jógvan Elias sat til róðurs við einari ár, og so fór eg fram til hansara eisini. Men so skuldu vit fara at royna at sova. Jógvan Elias var tann fyrri, sum legði seg eftir bekkinum, og tað var beinanvegin hann sovnaði.

Mátti buka hitan í køldu kropparnar
Men so vaknaði hann aftur, og hann var so kaldur, so kaldur. So helt eg, at nú skuldi eg fara at leggja meg. Eg legði meg, og tað var uppá sama máta, at eg bleiv so øgiliga kaldur. Har var so bert eitt at gera: Eg fór at banka Jógvan Elias, og fekk eg soleiðis hita í meg sjálvan og í hann eisini. Hann bað meg lata vera, tí hann fekk so ilt, men hetta bjargaði okkum báðum.
So gekk leiðin fram, og nú sóu vit bløðrutara. Hetta merkti, at vit máttu vera nokk so nær landi. So komu súlurnar, og tað var enn betri tekin. Men tá var tað eisini skjótt, at vit sóu land. Veðrið var nú batnað. Tá gekk so skjótt inn eftir, tí nú var væl av vindi aftur.
Tað tók 36 tímar, frá tí at skipið sakk, og til vit komu til lands. Teinurin var um 80 fjórðingar.

At enda á land
Vit komu so á eiðið í Vestmanna­oyggjum. Áðrenn vit komu so langt, royndu vit at blussa og at ýla við tokuhorninum, men eingin hoyrdi. Teir báðir felagarnir hjá mær vóru ikki so væl kendir á hesum leiðum, men eg hevði verið har við »Vesturfarinum« í 1938. Tá plagdu vit at ganga út á eiðið at hyggja at skipunum, sum lógu og fiskaðu. So man visti akkurát, hvar urðin var, og hvar sandurin var. So varð tosað um, hvat ið skuldi gerast. Eg helt, at tað var ov nógv brim. Nei, søgdu teir, teir vóru vanir við brim. Bert skuldi eg siga, hvar vit skuldu lenda, so skuldu teir greiða restina. Vit komu so mitt inn á sandin, og vit steðgaðu eitt lítið sindur fyri at fáa okkum eina halvváta keks, so fóru vit í land. Allur maturin var blivin vátur, og sjógvur var eisini komin at vatninum. Eg hevði undan hesi hending havt til uppgávu at syrgja fyri, at ein fløska av whisky skuldi heingjast í ein posa undir bekkin, og tað var eisini her. Tað blandaðu vit uppí vatnið, so vit kundu leska tunguna á.
Vit rullaðu okkum so niður í sandin og royndu at leggja albogar­nar uppá stokkin fyri at sleppa aftur á føtur.
At enda sluppu vit upp aftur á beinini og fóru frá bátinum. Vit royndu at toga í fanglínuna fyri at fáa bátin niðanfrá, men tað mundi ikki gera stóran mun.

Inn í fyrsta hús
So til gongu. Fyrsta hús, vit komu til, var ein fiskamjølsverksmiðja. Har var ein opin eldur, og har stillaðu vit okkum at verma okkum. Tá vit høvdu staðið eina løtu, fóru vit aftur at ganga og komu so til eini hús. Vit høvdu avrátt at fara inn í fyrstu hús, vit sóu. Har var myrkt, men vit bankaðu uppá. Hetta var um millum kl. 12 og 2 um náttina. Ein kona kom og lat upp og spurdi, hvørjir vit vóru. Vit søgdu, at vit vóru føroyingar. Um vit kundu geva henni hondina uppá tað? Ja, tað gjørdu vit. Tað hevur undrað meg mangan, at hon skuldi klára at taka ímóti okkum. Vit høvdu skorið kapokkpúturnar av bátinum, og høvdu stúvað tað innan fyri klæðini fyri hita, og vit høvdu gjørt hettur burtur úr segldúkinum.
Jógvan Elias hevði verið so fram­skygdur, at hann tók knívin við sær, tá hann fór av Tór II. Hetta gjørdi tað møguligt at kryvja pútur­nar, so tilfarið kundi koma okkum til hjálpar. Soleiðis komu vit inn til hana. Vit hava sæð út sum vill­menn, men hon var púra rólig. Vit fingu so kaffi frá henni við sukuri og brennivíni í, men vit fingu einki at eta.
So ringdi konan til løgregluna og varskógvaði um hetta, sum hent var. Løgreglan kom við einum lastbili eftir okkum. Tá vit vóru lidnir at drekka kaffi, fóru vit uppí lastbilin. Men tað var ein drúgvur túrur. Ja, eg ynskti at eg skuldi verið deyður, so kalt var tað.
Vit komu niðan á hospitalið. Har var sjálvandi heitt inni, og tað var skjótt, at vit komu fyri okkum aftur. Vit vóru so á hospitalinum í nakrar dagar. Vit vóru, sum rímiligt er, illa fyri. Tá sjúkrasystirin kom inn á stovuna, eftir at vit vóru sovnaðir, stukku vit sjóleysir upp úr songini, og morgunin eftir kundu vit ikki reisa okkum úr songini.
Men tá vit vóru so frægir, fóru vit í býin at keypa okkum klæðir. Tað var onkur á hospitalinum, sum lænti okkum okkurt at fara í, so vit kundu fara út at keypa okkum egin klæðir. Vit máttu keypa alt av nýggjum, tí vit høvdu jú einki at fara í. Okkara egnu klæðir vóru ikki nógv verd eftir ferðina. Danska sendistovan rindaði fyri klæðini.

Aftur á slóðina
Meðan vit vóru á hospitalinum, so kom henda sjúkrasystirin og bað meg koma oman á skurðstovuna, og so viðgjørdi hon beinini. Tey vóru nokk so illa farin.
Eg fór seinni at fregnast eftir henni. Eg bað einaferð sjó­mans­trúboðaran Johan Olsen gera mær tann beina at sóknast eftir teimum, sum høvdu tikið ímóti hesum skip­brotnu føroyingunum. Tað gekk bert ein vika, so fekk eg samband við hana.
Eg fór saman við konuni yvir til Íslands. Vit høvdu fólk har yviri, sum vit kendu væl, nevniliga Hartvig, sum var flúgvimekanikari, tá íslendarin fleyg her. Konan kallaðist Halda. Vit fóru fyrst við flogfari til Vestmannaoyggjarnar, og vit sóu staðið, har vit komu á land.
Vit vitjaðu eisini umrøddu sjúkra­systrina í Hverðagerði, nærindis Reykjavík, har hon búði. Vit høvdu samband í nógv ár. Hon segði, at hon mintist hendingina við okkum trimum, sum var tað í gjár.

Beinleiðis til skips aftur
Tá vit høvdu fingið okkum klæðir, fóru vit inn á fastlandið við einum fiskibáti og so við rutubussi til Reykjavíkar.
Tá vit høvdu verið í nakrar dagar í Reykjavík og búð hjá amerikan­ar­um, fingu vit pláss at búgva í eini bar­akk. Har kom fólk, sum var torpe­­der­að á rutuni frá Amerika til Íslands og so frá Íslandi til Mur­mansk. Har vórðu so nógv skip søkt.
»Thor« kom inn í Reykjavík. Hon lá har og skuldi keypa fisk, og vit kundu saktans sleppa heim við henni. Men tað fór so at taka nakrar dagar, áðrenn skipið var fult.
Men samstundis kom trolarin »Leivur Øssursson« inn, og hann manglaði tveir mans. Teir vildu so fegin hava okkum við út at fiska. Tað høvdu vit, sum rímiligt er, ongan serligan hug til, men lótu okkum sannføra. Vit báðir, eg og Jógvan Elias, fóru so út at fiska. Vit vórðu væl móttiknir har umborð.
Skiparin á »Tór II«, Óli Fossaberg, varð eftir í Íslandi. Vit fiskaðu so túrin út uppi á Halanum og fingu nakað av fiski. Vit sigldu heim fram við Norðlandinum og sigldu úr Langanesi til Føroya.
Tað ljóðar ótrúligt, at vit skuldu fara umborð og fiska á somu leiðum, har vit vóru torpederaðir; men soleiðis var tað bara.

Endiliga heima
Vit komu so heim og vóru á Havnini tann 4. november, sum skipbrotið var hent 7. september. Vit komu í land niðri í Vágsbotni. Tá eg kom í land var genta mín, Herborg, har. Hon hevði frætt, at vit skuldu koma. Eg gisti á sjómansheiminum, og dagin eftir fór »Streymur« hjá Mjólkaforsýningini úr Havnini vestur í Vágar. Eg fór vestur við og kom upp á land í Miðvági; men her var trupulleikin, at eg hevði einki pass. Tað var jú farið, og pass var neyðugt fyri at sleppa upp á land í Vágum, tí Vágar var høvuðsstøðin hjá bretska hervaldinum. Men Einar Weihe var á bryggjuni har. So fór eg til hansara, hann var stinnur í enskum, og bað hann tosa fyri meg og greiða frá, hvussu vorðið var - og tá var alt í lagi. Eg slapp so út til Sørvágs við einum lastbili hjá hervaldinum, og glaður var eg, tá eg var heimkomin.
Eingin visti av tí, tá eg henda fyrrapartin kom til Sørvágs. Eg varð væl móttikin. Mamma mín stóð og elti breyð, og hon mundi vera líka glað sum eg.
Ein slík hending mátti seta síni merki. Tað var nokkso tungt, men eg svav kortini altíð væl.
Minnist, at tá eg var afturkomin, helt eg meg nógv fyri meg sjálvan. Var ræddur fyri, at fólk skuldi koma og spyrja meg um túrin. Hesum mátti eg koma burturúr, og eg mátti koma millum fólk aftur. Pápi hevði velt epli úti á Bakka. Men so einaferð, tá eg tók upp eplir, tá fór eg út við teimum. Tá arbeiddu so nógvir hjá eingilskmonnum, og teir hugdu, sum vituligt er, at mær. Har var ein maður, Louis Joen­sen, sum kom og ynskti mær væl aftur­koman. Tað var eitt gott medisin og hjálpti til, at eg kom fyri meg.
Av teimum 21 monnunum við »Tór II«, vóru 12 mans giftir.
Malmberg doyði í 2005. Herborg livir enn.

Komandi partur
Tað verður ein partur afturat um sigling unditr krígnum. M.a. um hondina, sum í dreymi vísti á kósina til neyðstadda manning