Malmros ger film um sín egna sorgarleik

Komandi fillmurin hjá Malmros verður um sorgarhendingina í egna lívi hansara, tá sálarsjúka mamman drap lítlu dóttur teirra.

Danski leikstjórin Nils Malmros, sum á sinni gjørdi filmin "Barbaru", hevur brúkt sín egna barndóm og ungdóm sum grundarlag undir filmum sum "Kundskabens Træ" og "Lars-Ole, 5. c". Næsti filmurin fer eisini at hava støði í hansara egnu minnum.

Berlingske Kultur skrivar, at Malmros hesaferð hevur valt eina av syrgiligastu hendingunum í lívinum - tá hann og konan í 1983 mistu einasta barnið.

Í teldubrævi til Filmmagasinet Ekko váttar 68 ára gamli leikstjórin, at komandi filmurin, "Sorg og glæde" verður um sorgartíðina í lívi hansara, sum hevur verið hildin loynilig.

Nils Malmros vil ikki gera nakra blaðsamrøðu, skrivar Berlingske Kultur.

"Eg kann siga so mikið, at filmurin verður um sorgarleikin, sum í 1984 rakti konuna og meg, tá hon í sálarsjúku drap níggju mánaðir gomlu dóttrina," skrivar Nils Malmros.

Sorgarleikurin varð umtalaður í donsku fyrrapartsbløðunum, men eingin setti navn á familjuna, og tað er Malmros takksamur fyri.

"Sorg og glæde" er um at koma fram til sínámillum og búna kærleikan gjøgnum størstu sorgina og gleðina í lívinum. Tað kann ljóða stórt, men eg kenni tað, sum at eg havi tyngd aftan fyri orðini," skrivar hann.

Høvuðsleiklutirnar hava Hellle Fagralid og Jakob Cedergren. Filmurin verður frumsýndur 14. november, skrivar Ekko.

Myndin: Nils Malmros ger upptøkur til "Sorg og glæde" við Århus í november í fjør (Foto: Kim Haugaard)