Málráðið roynir at rætta upp á ítróttamálið

– Skjótálop, leikbrá og upplegg í staðin fyri assist...

Tað eru nakrar av leiðbeiningunum, um Málráðið hevur lagt út í hesi heldur skemtingarsomu – men tó sera álvarsomu og vælmeinandi mynd.

Tað tykist, sum yngri føroyingar eru farin at taka við eftir til dømis dønum, sum halda tað vera eina dygt at pota so nógv ensk orð inn í málið, sum gjørligt. Eitt nú eru danskir ítróttafrásøgumenn fullkomiliga farnir av danska málinum, tí teir halda seg vera raskari og ljóða klókari, tess fleiri ensk orð teir kunnu fylla inn í málið.

Hetta sæst eisini í føroyskum máli nú, tó at tað ikki varð gamalt. Vit hava havt góð ítróttafrásøgufólk, sum hava havt gott føroyskt frásøgumál. Haldið fram við tí.

Myndin hjá Málráðnum leggur upp til (assisterar) til gott kjak um júst hetta, og tað kann bara gera okkum meira tilvitaðum hesa málsligu avbjóðingina – serliga nú stórur hondbóltsdagur er í dag í høllini á Hálsi í dag, og avgerandi fótbóltsdystur í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

##med3##

 

Manslandsliðið í hondbólti (Hondbóltssamband Føroya) spælir móti Norðurmakedónia (Ракометна Федерација на Македонија).

 

Í Føroyum búgva seks norðurmakedónskir ríkisborgarar.

 

Føroyar útfluttu ongar vørur til Norðurmakedónia í 2023. Men innfluttu vørur fyri 605 túsund krónur.

 

Her sært tú støðuna í báðum londum við útvaldum hagtølum.

 

Koyrið á, Føroyar!