Málskjútti leikbannaður: Ein dýr heilsan

EM24: Tað kostaði Merih Demiral tveir dystir leikbann, fyri at gera eina úlvaheilsan

Í dag verða tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum í Týsklandi. Spania og Frakland hava vunnið seg víðari. Í dag spæla Ongland og Sveis klokkan 17, og Holland og Turkaland klokkan 20. Hetta er upptaktin til dystin millum Holland og Turkaland.

 

Tað er balada til EM-endaspælið í Týsklandi, eftir at UEFA hevur givið turkiska miðverjanum, Merih Demiral, leikbann í tveir dystir, fyri at gera eina úlvaheilsan, tá hann skoraði í dystinum móti Eysturríki. UEFA metir, at heilsanin er politisk og fasistisk. Hetta hevur millum annað fingið øði í myndugleikarnar í Turkalandi.

 

Turkaland megnaði akkurát, at vinna á Eysturríki, meðan móitstøðuliðið Holland hevur víst ávísa styrki til EM-endaspælið. Millum annað verður Cody Gakpo, vinstri vongurin, samanborin við týdning, sum Ruud Gullit hevði í EM-sigrinum í 1988.

 

Turkaland hevur fleiri leikbann og Holland verður mettur sum stórur favorittur at vinna í kvøld.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Holland: Verbruggen; Dumfries, De Vrij, Van Dijk, Aké; Schouten, Simons, Reijnders; Malen, Depay, Gakpo

 

Turkaland: Mert Günok; Mert Müldür, Samet Akaydin, Abdülkerim Bardakcı, Ferdi Kadıoğlu; Okay Yokuşlu, Kaan Ayhan; Kenan Yıldız, Hakan Çalhanoğlu, Barış Alper Yılmaz; Arda Güler

 

Leikbann: Merih Demiral, Orkun Kökçü, İsmail Yüksek