Malta skoraði tvær ferðir

Malta er ein av smáu europeisku fótbóltstjóðunum, sum Føroyar ofta verða sammettar við. Leygarkvøldið spældi Malta fyri fyrstu ferð í hesi EM undankappingini. Malta átti heimavøll á Ta Qal móti Bosnia Hersegovina.
Tað eydnaðist Malta at skjóta tvey mál - eitt í hvørjum hálvleiki. Men hetta var kortini ikki nóg mikið at fáa stig burturúr við. Bosnia Hersegovina vann 5-2, eftir at liðið av Balkan hevði verið frammanfyri 3-1 í steðginum. Bosnia setti hol á í 4. minutti, men tveir minuttir seinni javnaði Malta. So legði Bosnia seg framum og longu í 51. minutti hevði Bosnia økt til 5-1, áðrenn Malta tríggjar minuttir undan leikloki pyntaði um úrslitið til 2-5.