Tað var undirhald fyri allar pengarnar frá fyrsta bríksli í 12. umfari í Onglandi. Í grannauppgerðini í Liverpool, har Everton átti heimavøll, var úrslitið 3-3. Liverpool var tvær ferðir á odda, men Everton megnaði báðu ferðirnar at svara aftur, og at enda vóru tað teir bláu, sum vóru á sigurskós, men teir reyðu í Liverpool megnaðu at javna.
Arsenal er framvegis topplið eftir 2-0 heimasigurin á Southampton, ið datt aftur á fjórða plássið. Arsenal hevði ilt við at umseta møguleikar til mál. Tí kom tað væl við, at gestirnir gjørdu stór mistøk. Serliga tá ið málverjin royndi at draga framvið Oliver Firoud, sum tók bóltin av málverjanum og skoraði. Fýra minuttir undan leikloki staðfesti sami spælarin heimasigurin.
Størsta sigurin í dag vann Chelsea, sum á útivølli ímóti grannunum í West Ham vann 3-0 eftir at hava verið frammanfyri 2-0 í hálvleikinum. Sigurin ber við sær, at Chelsea nú er á triðja plássi við sama stigatali sum Liverpool og fýra stig aftanfyri Arsenal.
Við 2-1 heimasigri á Norwich lyfti Newcastle seg fram á 8. pláss. Um Manchester City vinnur stig í morgin í heimadystinum imóti Tottenham, so flytur City av níggjunda plássinum.
Fyri Michael Laudrup og Swansea var 2-1 sigurin á útivølli ímóti niðurflytingarhótta Fulham sera kærkomin. Swansea hevur nú lyft seg fimm stig frá niðurflytingarstrikuni.
Everton-Liverpool 3-3
Stoke-Sunderland 2-0
Newcastle United-Norwich 2-1
Hull-Crystal Palace 0-1
Fulham-Swansea 1-2
Arsenal-Southampton 2-0
West Ham-Chelsea 0-3
Sunnudagin
Manchester City-Tottenham kl. 13.30
Cardiff-Manchester United kl. 16.00
Mándagin
West Bromwich Albion-Aston Villa kl. 20.00
Støðan
Arsenal 28
Liverpool og Chelsea 24
Southampton 22
Everton 21
Manchester United, Tottenham og Newcastle 20
Manchester City 19
Swansea 15
WBA, Aston Villa og Hull 14
Cardiff 12
Norwich 11
West Ham, Stoke og Fulham 10
Crystal Palace og Sunderland 7