Mamma Hareide doyði áðrenn dystin í Bosnia

Spælararnir kendu ikki til sorgina hjá landsliðsvenjaranum

Dagin fyri 2-0 sigurin hjá Noregi í Bosnia doyði mamma landsliðsvenjaran Åge Hareide, hon gjørdist 89 ára gomul.

Fyrrverandi Brøndby-venjarin valdi ikki at siga spælarum sínum frá áðrenn dysturin var liðugur.

Sambært norska blaðnum Afttenbladet ynskti Hareide ikki at tosa um at mamman doyði gjárkvøldið, tí hann ikki hevði tosað við familjuna, og annars vildi halda innan familjunnar fýra veggir.