Fyrrverandi dómarin Martin Wahl vil vera við, at mamma Nataschu Kampusch er ikki so ósek, sum hon letst vera.
Í gjár byrjaði eitt rættarmál í sambandi við tað nógv umrødda málið um eysturríksku gentuna Nataschu Kampuch, sum kom afturíaftur í fjør eftir at hava verið horvin síðani 1998.
Í rættinum ætlar dómarin Martin Wahl at prógva, at Wolfgang Priklopil var ikki einsamallur um at burturflyta Nataschu Kampuch. Hann heldur uppá, at mamma hennara, Brigitta Sirny, var við til at burturflyta gentuna, og hann ætlar sær eisini at prógva, at Natascha Kampusch bleiv misbrúkt kynsliga, áðrenn hon bleiv burturflutt.
Málið hevur verið fyri í rættinum fyrr, og tá tapti Martin Wahl, tí rætturin helt ikki, at fyrrverandi dómarin hevði prógv fyri sínum pástandum. Men nú hevur Martin Wahl kravt, at málið skal ganga umaftur, og hesum hevur hann fingið viðhald í.
Rætturin í Wien hevur gjørt av, at foreldrini hjá Natashu Kampusch skulu vitna í rættinum. Martin Wahl hevur eisini kravt at sleppa at avhoyra Natashu Kampusch, men tað er ikki greitt, um hon kemur í rættin.
Martin Wahl hevur boðað frá, at hann ætlar sær at avhoyra fyrrverandi leiðaran á kriminaldeildini hjá løgregluni í Wien, Max Edelbacher. Í samrøðu við eitt sveisiskt blað hevur hann sagt, at løgreglan hevði alla tíðina illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt í málinum um burturflytingina í 1998. Eitt nú kom løgreglan fram á eina mynd av Nataschu Kampuch. Á myndini var hon hálvnakin í ríðistyvlum og við ríðikoyrli í aðrari hondini.
-Hvør tekur eina tílíka mynd av sínum barni, spurdi Max Edelbacher í samrøðuni við sveisiska blaðið.