Sunneva Mohr
--------
Eitt orðatak sigur: “Vilt tú hoyra sannleikan, spyr eitt barn ella ein fullan mann.”
Tá eg hevði fortalt átta ára gamla soninum um flatskattin hjá BADH, og greitt honum frá hvat fyri ávirkan hann fer hava, gevur hann mær eina mandarin og sigur: ”Mamma, fært tú skalið av í einum og tað eru seks puntar í mandarinini, so skal eitt ynski ganga út. Eg haldi, tú skalt ynskja tær, at hasir menninir í Havn ikki sleppa at gera hatta ímóti teimum, ið ikki eiga so nógvar pengar. Um tað ikki riggar haldi eg, at tú skal ringja 1-1-2!”
Tað er sanniliga ikki bara sonurin hjá mær sum heldur, at politiska støðan er alarmerandi og hættislig! Fólk eru óð, ørkymlaði og kenna seg lumpað. Við myndum, slagorðum, greinum og bloggum spyrja fólk: ”Var hetta tað vit valdu?” Nei, tað var tað ikki! Veljarin visti møguliga hvat hvør flokkur stóð fyri, men at kortini blivu soleiðis blandað og at samgonguflokkarnir seldu seg fyri so lágan prís, hevði eingin trúð. Komu kortini á borðið áðrenn valið, eri eg ikki í iva um, at úrslitið hevði sæð øðrvísi út.
Veljarin hevur ikki sagt JA til flatskatt, at skatta pensjónir við inngjaldi, ei heldur at fara til Danmarkar at biðja pengar til at fíggja ein skattalætta til tey háløntu. Hetta eru so stór og týðandi mál, at Føroya fólk má hoyrast í slíkum málum og ikki bara ein minniluti í Føroya løgtingið.
Fólkaflokkurin, ið er faðir at flatskattauppskotinum og hugskotinum um at skatta pensjónir við inngjaldi, var einasti flokkur, ið talaði fyri hesum. Sambandsflokkurin tann einasti, ið talaði fyri, at tiðna blokkin. Ein greiður minniluti hevur atkvøtt fyri hvørjum uppskotið sær. Fyri at fáa hetta ígjøgnum verður høvdi bitið av skommini. A gongur við til at tiðna blokkin fyri at fáa flatskattin, og B gongur við til flatskattin fyri at tiðna blokkin. Hetta verður smekkað saman og síðani smoygt útyvir okkum. At hinir flokkarnir í samgonguni nú eru so grammir at sleppa framat valdinum at teir nú kunnu standa inn fyri, at gjógvin millum rík og fátæk veksur, hóast teir bert eru ífylla, skilji eg ikki.
Beint eftir, at samgonguskjalið var undirskrivað, søgdu ein politikari fyri og annar eftir, at hetta og hatta í samgonguskjalinum var ein stórur kamelur at svølgja. Miðflokkurin og Bill settu hart ímóti hørðum og vildu sleppa í samgongu, kosta hvat tað vildi. Hvat er hetta fyri nakað? Álvaratos tit, hava tit slett ikki givið tykkum far um, at at tit hava svølgt alt ov nógvar kamelar, selt tykkum alt og bíliga og ikki minst, at tað eru Føroya fólk, ið koma at gjalda prísin fyri tykkara ovát og ábyrgdarloysi.
Eg fari at brúka mín demokratiska rætt, eg mótmæli harðliga ætlanunum hjá BADH. Eg sigi nei til flatskatt, tí lættin rakar ikki rætt. Nei, til at skatta pensjónir við inngjaldi, tí tað er beinleiðis skeivt og løtuvinningur at brúka peningin, ið eldra ættarliðið skal nýta til ein virðiliga og tryggan aldurdóm. Nei, til at tiðna blokkin, tí tað er ábyrgdarleyst at biðja pening, ið vit frammanundan hava sagt nei til. Tað er ósolidariskt at biðja pening frá einum landi, ið er verri fyri fíggjarliga enn vit, og ikki minst ússaligt, tá peningurin skal nýtast til at fíggja ein skattalætta til tey háløntu. Nei, til stættarmun, nei til at seta vælferðarsamfelagið og harvið tryggleikan í váða.
Ert tú í neyð, so ring 1-1-2!