Mamma útvíst úr Føroyum

Far av landinum innan 10. apríl. Annars kanst tú fáa hálvt árs fongsul. Hetta vóru hørðu boðini, sum filipinska Rosalie Thomsen fekk, beint sum hon hevði fingið eitt barn saman við føroyinginum Heina Thomsen. Rosalie, sum er gift Heina, hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark, og hon helt seg hava fingið loyvi at fara til Føroya við manninum. Men so var ikki

ÚTVÍST
Ingi Rasmussen

»Udlændingestyrelsen udviser Rosalie Thomsen med indrejseforbud i 1 år.«
Hetta vóru hørðu boðini, sum 37 ára gamla filipinska konan, Rosalie Thomsen, fekk frá føroysku løgregluni herfyri.
Boðini komu illa við. Rosalie hevði akkurát átt eina gentu á føðideildini, og tí fekk hon longda freist at stinga í sekkin. Men seinast 10. apríl skal hon vera av landinum, hevur løgreglan boðað henni frá. Og hon skal halda seg burtur í eitt ár. Annars kann hon fáa hálvt árs fongsulsrevsing.

Varandi loyvi
Rosalie Thomsen, sum er filipinskur statsborgari, hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Hon er gift Heina Thomsen, ið er føddur í Føroyum og hevur føroyska mammu. Heini og Rosalie hava verið gift í átta ár, og tey hava øll árini búð í Danmark. Umframt nýføddu gentuna, hava tey ein seks ára gamlan son, Herold Ken Thomsen, sum eisini er í Føroyum.
? Eg haldi hetta vera so skeivt. Vit hava fingið at vita frá Útlendingastýrinum, at vit kundu sleppa til Føroya uttan visum, men nú vera vit hótt við fongsli, um hon ikki fer av landinum beinanvegin. Vit føla okkum illa viðfarin, sigur Heini Thomsen.

Ætlaðu at flyta
Tey bæði høvdu hug at royna at flyta til Føroya, tí Heini vildi gjarna hava, at sonurin vaks upp her. Tey komu til Føroya í september 2002. Upprunaliga ætlaðu tey at keypa eitt vallaraheim í Klaksvík, men tá tað gjørdist ov dýrt, valdu tey at royna okkurt annað.
Tað vísti seg, at Rosalie treivst. Hon flutti fyrst til Sørvágs, men seinni fluttu tey til Havnar, har tey hava búð í Bládýpinum síðan.
Rosalie fekk bjóðað arbeiði í Nantong, men tá hon í hesum sambandi bað um p-tal varð galið. Tað kom fram, at hon onki arbeiðs- og uppihaldsloyvi hevði í Føroyum. Tað krevst, hóast tú hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark, tí Føroyar eru sjálvstøðugt rættarøki.

Bert munnligt loyvi
Trupulleikin er bara, at Útlendingastýrið hevði givið henni munnligt loyvi. Og tað váttar útlendingastýrið eisini í teimum skjølum, sum liggja í málinum.
»Styrelsen oplyste dig ... fejlagtigt om, at du godt kunne rejse til Færøerne på dit opholdskort uden færøsk visumtilladelse«, sigur útlendingastýrið í brævinum, har Rosalie verður víst úr Føroyum. Men stýrið leggur samstundis afturat, at tað visti ikki, at hon ætlaði sær at búseta seg í Føroyum. »Styrelsen har således ikke vejledt dig om, at en opholds- og arbejdstilladelse på Færøerne var fornøden«.
Heini Thomsen vil vera við, at útlendingastýrið visti um teirra ætlanir við at fara til Føroya. Og harafturat sigur hann, at fleiri feilir eru í 5 síðu langa skrivinum frá útlendingastýrinum. Eitt nú stendur, at løgreglan hevur ringt fleiri ferðir, men at tað bara verður lagt á. Heini sigur hinvegin, at løgreglan hevur ringt til mynttelefonina í Bládýpinum, og tí hevur hon ikki fingið samband.

Avboyrd í 7. mánaði
Umstøðurnar hava annars verið dramatiskar. Tann 9. januar varð Rosalie heintað á Bládýpinum og tikin á løgreglustøðina í Havn, har hon varð avhoyrd í tríggjar tímar av løgregluni. Heini slapp ikki at vera til staðar undir avhoyringunum.
Løgreglan sigur seg hava roynt at sett seg í samband við tey fleiri ferðir uttan úrslit og hevur greitt teimum frá, at konan skal hava skrivligt uppihaldsloyvi í Føroyum.
? Ein juristur á fútaskrivstovuni segði mær, at tað var skeivt, at kona mín var í Føroyum, og at vit máttu hava eitt skrivligt loyvi. So setti eg meg at skriva eitt bræv til Politimeistaran í Føroyum, sum eg havi fingið kvittan fyri, men eg fái onki svar. Eg haldi hetta vera so skeivt, sigur Heini Thomsen umaftur og vísir okkum brævið, sum hann hevur sent fútanum, sum hevur kvitaað tann 13. desember.

Sær svart út
Tey bæði hava ikki heilt givið upp enn. Hóast útlitini eru vánalig, so ætla tey at royna, hvat tey kunnu, so Rosalie ikki verður útvíst. Men tað sær svart út.
? Konan er útskrivað, og vit royna at gera sum frægast. Mær dámar Føroyar so mikið væl. Eg haldi ikki, at tað er rætt, sum útlendingastýrið ger ímóti okkum. Eg havi ikki verið í Føroyum í 10 ár, men eg síggi, at her eru nógvir útlendingar, sum bara eru her fyri at tjena pengar. Men tá eg sum føroyingur komi við konu mínari, so fara tey illa við henni. Hvar eru okkara mannarættindi? spyr Heini Thomsen.
Hann sigur, at tey sjálvandi onki hava ímóti at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Nú hevur hann sett seg í samband við rættarhjálpina í Keypmannahavn, og hann hevur eisini tosað við ein sakførara í Havn. Men hann skilir bara ikki, hví tað skal vera soleiðis.
? Hetta er ov nógv fyri meg at skilja. Hetta er ógvuliga keðiligt fyri okkum. Serliga fyri okkara son, sum nú noyðist aftur til Danmarkar. Vit hava flutt tað mesta av okkara tingum úr Keypmannahavn og hava brúkt nógva orku at flyta. Nú standa vit her, og vita ikki, hvat vit skulu gera, sigur Heini Thomsen.