Premier League hevur givið Manchester City loyvi til, at leiga ein málmann til teir seinastu tríggjar dystirnar. Manchester City hevur tosað við bæði Birmingham um Joe Hart, ið er útleigaður frá júst Manchester City og Sunderland um 26-ára gamla Marton Fulop. Fyri løtu síðani komu so Manchester City og Sunderland ásamt um eina avtalu, ið ger at Marton Fulop, ið er úr Ungarn, frá í morgin er Manchester City málmaður fram til endan av kappingarárinum.
Manchester City og Birmingham kundu ikki koma ásamt um eina avtalu.
Hetta merkir møguliga, at Gunnar Nielsen ikki stendur í málinum, tá Manchester City á heimavølli tekur ímóti Aston Villa leygardagin.