Manchester City við flest inntøkum í heiminum í 2022

11 av 20 teimum liðunum sum forvunnu flest pengar í 2022 spæla í Premier League

11 av teimum 20 fótbóltsfeløgunum, ið forvunnu mest pening í 2022 spæla í Premier League.

 

Manchester City er tað liðið sum hevði flest inntøkur. 

 

Inntøkurnar talan er um eru fyrst og fremst sjónvarpsrættindi, sponsorinntøkur, lýsingarinntøkur, inntøkur frá troyggjum, spælarabúnum o.l. , og áskoðarainntøkur.

 

Manchester City gjørdist annað árið á rað tað felagið, ið forvann mest pening. 

 

Tað er altjóða grannskoðarafyritøkan Deloitte sum 26. árið á rað hevur gjørt eitt yvirlit við teimum fótbóltsfeløgunum, ið forvinna mest.

 

Her er yvirlitið roknað í evrum. Ein evra er 7,44 krónur í okkara peningi: 

 

1.  Manchester City - €731 miljónir

 

2. Real Madrid - €713,8 

 

3. Liverpool - €701 

 

4. Manchester United - €688,6 

 

5. PSG - €654,2 

 

6. Bayern München - €653,6 

 

7. FC Barcelona - €638,2 

 

8. Chelsea - €568,3 

 

9. Tottenham - €523 

 

10. Arsenal - €433,5 

 

11. Juventus - €400,6 

 

12. Atletico Madrid - €393,9 

 

13. Dortmund - €356,9 

 

14. Inter - €308,4 

 

15. West Ham - €301,2 

 

16. AC Milan - €264,9 

 

17. Leicester - €252,2 

 

18. Leeds - €223,4 

 

19. Everton €213,7 

 

20. Newcastle - €212,3