Manchester United eyðmýkt av Brentford

Premier League: Tað eru longu krepputekin í Manchester United eftir bara tveir dystir

Í gjár vóru fyrstu dystirnir í 2. umfari í Premier League. Mest umtalaða úrslitið var í Brentford, har heimaliðið vann 4-0 á einum eyðmýktum Manchester United liðið, sum longu nú tykist í kreppu.

 

Tað byrjaði við, at David De Gea gjørdi ein stóran brølara í málinum hjá Manchester United, sum kostaði mál. Løtu seinni átti hann lut í málinum til 2-0, har Christian Eriksen misti bóltin til fyrrverandi liðfelagirnar.

 

Tað bleiv bara verri, tí Brentford skoraði til 3-0 og 4-0 fyri hálvleik. Tað eina var skjótálop, meðan hitt var eitt innlegg, har nýinnkeypti Lisandro Martinez tapti sín nærdyst. Hann reyk út í hálvleikinum saman við Luke Shaw og Fred.

 

Eftir dystin var nýggi venjarin hjá Manchester United, Erik ten Hag í øðini. Hann helt fyri, at spælararnir ikki fylgdu taktisku boðunum, og at tær spældu uttan at trúgva upp á tað. Fjølmiðlarnir vísa eisini á, at Cristiano Ronaldo als ikki var sinnaður at heilsa upp á viðhaldsfólkini eftir dystin.

 

Fyrrverandi spælarar sum Rio Ferdinand og Gary Neville leggja tó ikki eftir venjaranum, men eftir Glazer-familjuni, sum eigur felagið. Manchester United skal í komandi viku spæla móti Liverpool á Old Trafford, og tað er lagt upp til mótmælisgongu til dystin.

 

1Manchester City22006:06
2Arsenal22006:26
3Brentford21106:24
4Newcastle21102:04
5Leeds21104:34
6Brighton21102:14
7Tottenham11004:13
8Chelsea11001:03
9Aston Villa21012:33
10Bournemouth21012:43
11Fulham20202:22
12Liverpool10102:21
13Wolves20111:21
14Leicester20114:61
15Southampton20113:61
16Everton20021:30
17Crystal Palace10010:20
18Nottingham Forest10010:20
19West Ham10010:20
20Manchester United20021:60