Manchester United spældi í kvøld Capital One Cup dyst móti MK Dons, ið dagliga leikar í League 1, ið svarar til triðbestu ensku deildina. Og hóast munurin millum deildirnar var stórur undan dystinum, so sást tað ikki aftur á vøllinum.
MK Dons kom á odda tá 25 minuttir vóru leiktir. Málskjútti tá var William Grigg. Tað eydnaðist MK Dons at halda leiðsluni til hálvleik og síðani væntaði man, at Manchester United fór at leggja eitt stórt trýst á undirtippaða liði í seinna hálvleiki, men so varð ikki.
Ístaðin vant heimaliðið burturúr favorittunum úr Manchester United.
Dysturin endaði við at MK Dons vann sannførandi 4-0 sigur á Manchester United!
Sostatt eigur nýggi Manchester United venjarin, Louis Van Gaal enn sín fyrsta sigur til góðar fyri nýggja felagið.
MK Dons – Manchester United 4-0 (1-0)
1-0 William Grigg, 25.
2-0 William Grigg, 63.
3-0 Benik Afobe, 70.
4-0 Benik Afobe, 83.