Manchester United hevur koyrt Erik ten Hag

Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag

Manchester United boðar í dag frá, at felagið hevur koyrt venjaran, Erik ten Hag. Ruud van Nistelrooy tekur fyribils yvir. Hann hevur verið hjálparvenjari seinastu tíðina.

 

Erik ten Hag bleiv settur í 2022 og skuldi endurbyggja Manchester United. Tað hevur hann í størst mun gjørt við at keypa spælarar, sum hann  fyrr hevur verið venjari hjá. Hann vann Carabao Cup í 2023 og FA Cup í 2024.

 

Manchester United tapti í gjár móti West Ham og liggur á 14. plássi. Nýggir minniluta eigarar eru komnir til felagið og hava yvirtikið raksturin av ítróttarliga partinum. Sir Jim Ratcliffe og hansara menn arbeiddu í summar við at finna ein nýggjan venjara, men valdu at halda fast við Erik ten Hag.

 

Seinastu tíðina hevur ljóðað, at Xavi er upp á tal sum nýggjur venjari. Fyrrverandi liðskiparin hjá FC Barcelona hevur eisini verið venjari hjá barndómsfelagnum. Hann er í løtuni uttan sáttmála.