Manchester United boðaði fyrr í vikuni frá, at Mason Greenwood ikki verður partur av hópinum í framtíðini. Evnaríki spælarin bleiv ákærdur fyri neyðtøku og harðskap tíðliga í 2022. Síðani hevur hann sitið uttanfyri.
Manchester United hevur gjørt eina innanhýsis greining av hendingini. Niðurstøðan er, at allur sannleikin ikki kom fram alment, men at tað er skilagott, at Mason Greenwood ikki spælir við Manchester United aftur. Tó skrivar The Athletic, at Manchester United ætlaði at slúsa hann inn í hópin aftur, men kúvendi, tá almenningurin fekk frænir um ætlanina.
Hetta hevur fingið øði í fleiri viðmerkjarar, sum halda at handfaringin hjá Manchester United hevur verið klossut og drigið út. Eisini fílast viðmerkjarar á, at Mason Greenwood í sínum skrivi ikki í nóg stóran mun viðgongur, at hann hevur gjørt nakað skeivt.
Málið bleiv slept av myndugleikunum í Manchester. Sagt verður, at tann órættaða ikki vildi standa við ákærurnar móti Mason Greenwood. Tað er enn ógreitt júst hvat er hendi, men talan var um unnustuna hjá Mason Greenwood, Harriet Robson, sum á myndunum sást bløða úr vørruni og vísa blá merkir á fleiri støðum á kroppinum.
Eisini var eitt stutt sjónbandabrot, har hon bløðir úr vørruni, og eitt ljóðbrot, har Mason Greenwood eftir øllum at døma er aggresivur og ikki vil góðtaka eitt nei frá Harriet Robson. Til uppslagið, sum hon skal hava sagt er lagt út, tí onkur hevur hakkað seg inn á telefonina, stendur: “Til øll, sum vilja vita hvat Mason Greenwood ger við meg”
Manchester United gjørdi skjótt av, og bannaði Mason Greenwood frá venjing og dysti fyribils, meðan spælarar sum Cristiano Ronaldo, David De Gea og Paul Pogba valdu Mason Greenwood frá á sosialu miðlunum. Nike gavst við øllum samstarvið við Mason Greenwood fyribils.
Bretska ákæruvaldið ákærdi Mason Greenwood fyri at royna neyðtøku, harðskap og atferð við tí fyri eyga, at hava tamarhald á einum persóni. Málið bleiv seinni slept millum annað tí Harriet Robson trekti sínar ákærur aftur. Mason Greenwood og Harriet Robson hava síðani fingið barn saman.
Mason Greenwood hevur síðani verið settur í samband við feløg í Italia og Saudiarabia.