Manchester United vann í dag á Tottenham á White Hard Lane. Ashley Young skoraði tvey og Wayne Rooney eitt í 3-1 sigrinum. Newcastle bjargaði sær eitt stig í evstu løtu í grannauppgerðini móti Sunderland, meðan Fulham vann stórt á Wolverhampton
Manchester United er nú aftur bara tvey stig aftanfyri Manchester City í oddinum í Premier League. Tað var annars Tottenham, ið hevði flestu møguleikarnar í fyrra hálvleiki, men í minuttinum undan hálvleikssteðginum stútaði Wayne Rooney eitt hornaspark frá Ashley Young í mál.
Í seinna hálvleiki helt Tottenham fram við at skapa fleiri møguelikar, men enn eina ferð bleiv høvðusstaðarliðið revsað av Manchester United. Uppdekkingin miseydnaðist við innkast. Nani sendi bóltin innfyri, sum umvegis ein Tottenham verjuleikara endaði hjá Ashley Young, ið smekkaði til og skoraði.
Tjúgu minuttir fyri tíð økti sami Ashley Young, sum við vøkrum skoti sendi bóltin í handara málhorn til 3-0. Innskifti Jermain Defoe minkaði um munin tríggjar minuttir fyri tíð til endaligu støðuna 3-1.
Newcastle javnaði í yvirtíðini móti Sunderland, sum fekk ein leikara útvístan í seinna hálvleiki. Nicklas Bendtner legði Sunderland á odda við brotssparki. Innskifti Shola Ameobi bjargaði heimaliðnum annað stigið í yvirtíðini tá hann við handari stong fekk prikað bóltin í kassan.
Fulham vann ein lættan 5-0 sigur á Wolverhampton. Nýinnkeypti Pavel Pogrebnyak skoraði hattrick, meðan Clint Dempsey skoraði tvey.
Premier League:
Fulham Wolverhampton 5-0
Newcastle Sunderland 1-1
Tottenham Manchester United 0-3