Manchester United tapti aftur á Old Trafford

Premier League: Tað nærkast kreppustøðu í Manchester United, sum er nummar 15

Fýra dystir hava verið í 7. umfari í Premier League í dag. Stóri dysturin var á Old Trafford, har Manchester United tapti 1-0 móti Arsenal. Ole Gunnar Solskjær og hansara menn liggja í løtuni á 15. plássi.

Tað gongur misjavnt hjá Manchester United í løtuni. Í farnu viku vann liðið 5-0 á RB Leipzig í Champions League, men í dag taptu teir fyri Arsenal á Old Trafford. Manchester United hevur ikki vunnið á Old Trafford í Premier League í hesum kappingarárinum. Pierre-Emerick Aubameyang skoraði einasta málið í dystinum við brotssparki miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Dagurin byrjaði við málveitslu í Birmingham, har Aston Villa tók móti Southampton. Gestirnir úr suðuronglandi vunnu 4-3. Danny Ings hevur verið Southampton góður, men hann mátti út við knæskaða, ið fyrr hevur hildið honum úti í longri tíð.

Everton fekk ein framúr byrjan upp á kappingarárið, men í dag tapti bláa liðið úr Everton 2-1 móti Newcastle. Í fjórða og seinasta dystinum í dag vann Tottenham 2-1 á Brighton. Gareth Bale skoraði sigursmálið, sum er hansara fyrsta mál síðani skiftið frá Real Madrid í heyst.

1Liverpool751117:1516
2Everton741215:1113
3Southampton741214:1213
4Wolves74128:813
5Chelsea733116:912
6Aston Villa640215:912
7Leicester640213:812
8Arsenal74039:712
9Tottenham632116:811
10Man City63219:811
11Newcastle732210:1111
12Leeds631212:910
13Crystal Palace73138:1110
14West Ham722313:108
15Man Utd62139:137
16Brighton612310:125
17WBA60336:143
18Sheffield Utd70163:101
19Fulham60155:141
20Burnley60153:121