Heimasíðan hjá Aalesund FK var dekan ov skjót, tá hon fyri eini tíð síðan kunngjørdi, at Anders Lindegaard var seldur til Manchester United. Tó so, so er hald í tíðindinum og í vikuskiftinum hevur Anders Lindegaard verið til læknakanning í Manchester.
Í morgun klokkan 9 kunngjørdi heimasíðan hjá Manchester United, at Anders Lindegaard hevur skrivað undir ein 3 ½ árs sáttmála. Flytingarvindeyga opnar ikki fyrr enn í januar mánað, men Anders Lindegaard byrjr at venja longu í desembur.
- At skifta til Manchester United er ein dreymur. Eg gleði meg at sleppa at spæla dyst og venja saman við nøkrum av teimum bestu leikarunum í heiminum, sigur Anders Lindegaard.
Sir Alex Ferguson sigur, at hann metir Anders Lindegaard vera ein góðan ungan málmann og at keypi at honum er við framtíðini í huga. Anders Lindegaard er 26-ára gamal og hevur fyrr spælt við danska OB, áðrenn hann skifti til norska Aalesund í 2009.
Partarnir hava valt ikki at upplýsa upphæddina, ið Anders Lindegaard er seldur fyri, men fjølmiðlarnir meta hana verða um 30-40 milliónir krónur.