Mangla egg í OL-býnum

ítróttafólk gremja seg um køir og manglandi mat í olympiska býnum í París

Forsetin í IOC, Thomas Bach, fær sær mat í OL-býnum (Mynd: David Goldman/Ritzau Scanpix)

Misnøgd er við matveitingina í olympiska býnum í París, har ítróttarfólk, leiðarar og onnur búgva, nú Olympiskir leikir verða hildnir.

 

Ítróttafólk hava gramt seg um, at køirnar at fáa mat hava verið sera langar, og at matur manglar. Eitt nú hava grillað kjøt og egg stundum manglað.

 

Franska blaðið l'Equipe skrivar, at nú verða avmarkingar settar á, hvussu nógv egg fólk kunnu fáa.

 

Almenni matveitarin í OL-býnum viðurkennir, at stórur eftirspurningur er eftir ávísum matvørum, og at tað tey fara at økja um mongdirnar.

 

Olympisku leikirnir byrjar fríggjadagin og halda fram til 11. august.

 

Forsetin í IOC, Thomas Bach, fær sær mat í OL-býnum (Mynd: David Goldman/Ritzau Scanpix)