Leygardagin fara sjálvboðin kring alt landið at savna pengar inn fyri Reyða Kross.
Men í Havnini hava tey trupult við at fáa nóg nógv fólk at ganga hús úr húsi við teimum eyðkendu reyðu bússunum.
- Í Tórshavn eru 121 rutur at ganga, og tað vil siga, at í roynd og veru hava vit brúk fyri líka so nógvum fólkum. Men tað vísir seg, at vit altíð mangla sjálvbodnar innsavnarar í Havn, sigur Enna Garðshorn, sum er fyrireikari og samskipari av landsinnsavningini.
- Hvørt ár eru øki í Havn, har eingir innsavnarar hava verið, og tað er ógvuliga harmiligt, sigur Enna Garðshorn og leggur afturat, at tað tekur millum tveir og tríggjar tímar at ganga eina rutu.
Í løtuni roynir Reyði Krossur at fáa fleiri innsavnarar í Tórshavn eitt nú við at lýsa á heimasíðuni og á Facebook.
Í Havn verða bússur og rutur útflýggjaðar klokkan 10 leygarmorgunin 21. september á Reyða Krossi, Bryggubakki 10.
Reyði Krossur Føroya letur stóran part av peninginum frá landsinnsavningini til hjálpararbeiðið hjá Altjóða Reyða Krossi í Sýria, har tað í hesum døgum eru børn í millónatali, ið eru fangað inni í Sýria, nú tey flýggja undan ræðuleikanum í krígginum. Reyði Krossur hevur ábyrgd av at býta út neyðhjálp har, og hvønn einasta dag seta 3.000 læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur sjálvboðin lívið í váða fyri at hjálpa ofrunum.