Mangt broytist á mansins ævi

At mangt broytist á mansins ævi gongur týðuliga fram, nú rættindi hjá fakrørsluni eru í vanda.

Tað má vera ein ringur ráki í munninum á landsstýrismanninum Karsten Hansen, nú hann gongur á odda við fólkaflokkinum við tí endamáli at máa støðið undan rættindunum hjá fakrørsluni. Rættindi til at fara í verkfall vóru tey, sum kendir tjóðveldismenn bardust fyri, teir vardu borg og tað væl og virðiliga. Men nú er broytt í holuni. Flokkurin hevur vent tí verkafólki, sum stovnararnir bardust fyri, teimum hevur tað nýggja tjóðveldið vent bakið, men tað kom eisini fram, tá Signar á Brúnni í útvarpssendingini í andgletti segði frá, at tjóðveldisflokkurin var ein liberalur flokkur og tað hava teir so sanniliga hesa stuttu tíð teir hava verið í samgongu við fólkaflokkin, víst í verki.

Flokkurin, sum var stovnaður sum ein arbeiðara- og fiskimannaflokkur, er nú blivin ein stuðulsflokkur hjá tí eitursprænandi fólkaflokkinum, sum bert hevur ein fígginda: verkafólk og sosialismu. Tjóðveldisflokkurin við ungu manning síni, sum einki kenna til tað og helst ikki vilja kannast við tað sum undangongumenn floksins stóðu fyri, teir føla seg betur í flokki við fólkaflokkinum. Ja, mangt broytist á mansins ævi, kanska eru tað tær ungu kreftirnar, tær, sum hava fingið sína útbúgving á RUK við donskum stuðli, sum ikki vilja kennast við, at í fimtiárunum var tað tjóðveldisflokkurin, sum hevði ræðið á Føroya Fiskimannafelag. Erlendur Patursson sáli var formaður og honum undir lið stóð Frederik Hansen sáli. Teir vóru menn, sum vardu borg, sjálvt um tað kostaði nógv, serliga var tað Frederik, sum skrivaði navn sítt í søguna sum tann, ið vildi verja tey vunnu rættindi, tey rættindi, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum saman við tjóðveldisflokkinum vil broyta, soleiðis at styrkin hjá fakrørsluni viknar. Hetta er tónleikur í oyrunum á teimum borgarligu.

Tað at stýra fram ímóti einum sjálvstýrandi Føroyum, har tann arbeiðandi fjøldin missir rættindi, sum av undangongumonnum og kvinnum eru vunnin við blóð, sveitta og tárum, tað er prísurin, sum tjóðveldið letur fyri at sita í samgongu og toknast fólkaflokkijnum, ein høgur prísur, men tað er ikki alt. Í sambandi við fíggjarpolitikkin hjá verandi landsstýrismanni hevði Jóannes Eidesgaard nakrar viðmerkingar og atfinningar. Til tær var tað ein av ungu alvum tjóðveldisfloksins, sum hevði eitt aftursvar, ikki so at skilja, at eg skal eins og Finnur Helmsdal svara fyri tað, sum annar skrivar. Jóannes er førur fyri at svara sjálvur, og sama meti eg, at Karsten Hansen er. Finnur Helmsdal hevur enn ikki í hesum leiki sett spónin í greytin, men lat meg skoyta uppí, at hann tó hevur rætt í onkrum, hann førir fram. Fyrr var illa. Tað er rætt, at Jóannes sum formaður javnaðarfloksins eftir mínari metan hevur gjørt mistøk, tað var eftir mínari metan eitt mistak, at vit slitu samgonguna við sambandsflokkin og lótu lyklarnar til fólkaflokkin. At lata tað politiska stýrið til fólkaflokkin, nú framgongd var sjónlig og sum teir eisini hava fingið viðrák til valið, tað var politiskt skeivt. Men tað mest avgerandi mistakið var at skjóta uppá tjóðveldisflokkin sum leiðara av samráðingum um landsstýri, tá fór tjóðveldisflokkurin í fólkafloksleypin og javnaðarflokkurin settur uttan fyri alla ávirkan. Og verður framhaldið soleiðis sum útlit eru fyri, so er einki gott í væntu.

Men egmá sanna, at hesi av mær mettu mistøk haav ikki órógvað tað, at Jóannes Eidesgaard stendur sterkur í flokkinum, so helst er tað ikki bara tjóðveldisflokkurin, sum er broyttur, hevur skift kós, men føroyskur politikkur sum heild.

Lat meg enda við tí, sum Karsten Hansen segði í útvarpinum nú um dagarnar, har hann vísti til tey 7 ringu og tey 7 góðu árini. Um tað verður soleiðis, sum søgan sigur, so verða tað tey veikastu, sum koma at líða mest. Við tí gongd, sum er sjónlig, so verður tað verkamannafjøldin, tá hon missir sín rætt at mótmæla, men verður drigin fyri rættin. Tað er ein rættur, sum tjóðveldisundangongumenn bardust fyri, men tað hevur ikki tann stóra politiska týdningin at verja vunnin rættindi hjá føroyskum verkafólki, tá ein sjálvur er tryggjaður sum danskur embætismaður við danskari løn og eftirløn

Meðan verkamannafjøldin stendur eftir á berum.

Hesin politikkur verður framdur av tjóðveldis- og fólkafloksumboðum. Jú, sanniliga, pípan hevur fingið annað ljóð.


Sverre Midjord