Óli Jacobsen
?????????????
Búskaparfrøðingurin Kári Petersen er rættuliga farin í herna móti almennum skipanum hjá fiskimonnum. Hetta hevur hann sjálvsagt fullan rætt til. Sjálvur havi eg ikki ætlað at fara út í almennan orðadrátt, men heilt upplagdar manipulatiónir skal hann ikki sleppa við, sum t.d. tá hann skrivar í bløðunum leygardagin:
Óli Jacobsen umber í mikudagsbløðunum (undanfarna) landsstýrið við, at tað bert gjørdi skattalættaskipanir (tað er reiðarastudningsskipanir), sum líkjast teimum sum eru í okkara grannalondum.
Veruleikin er hesin: Kári helt seg hava funnið eina rættuliga undirbygging í síni søk við pástandinum um, at fiskimannaskatturin í veruleikanum er talan um kamufleraðan reiðarastudning.
Um hetta segði hann í bløðunum fyrr í undanfarnu viku:
Skattalættin verður á pappírinum givin til fiskimenn, men tá skattalættin var framdur fyri fýra árum síðani var grundgevingin ein heilt onnur...nevniliga at fiskimenn fingu meira í hýru aðrastaðni, og av tí at føroyskir reiðarar vóru so illa fyri, og ikki høvdu ráð til at geva fiskimonnum meira hýru, so varð neyðugt at geva fiskimonnum ein skattalætta, so føroyskir reiðarar kundu sleppa bíligari. Sostatt er skattalættin til fiskimenn einki annað enn ein studningur frá landskassanum til føroyskar reiðarar.
Grundgevingin fríur
fantasiur.
Um hetta veruliga var so, hevði Kári eisini gott at halda um. Men í greinini mikudagin kundi dokumenterast, at tað sum Kári leggur táverandi landsstýri í munnin er reinur fantasiur. Umrødda grundgeving hevur ikki verið tikin uppá tungu. Tískil er trumfurin hjá Kára einki uttan fupp!
At prógva hetta var endamálið við umrøddu grein. Og hetta varð gjørt við at endurprenta tær grundgevingar, sum landsstýrið veruliga hevði nýtt í málinum, og her var einki samsvar millum tað, sum Kári sigur hava verið grundgevingina hjá landsstýrinum.
Afturat hesum kann staðfestast, at føroyskir reiðarar rinda ikki minni part í hýru enn t.d. íslendskir og norskir. Er tað nakað er tað beint øvugt. Tí kann henda grundgevingin ikki nýtast.
Miðvís manipulatión.
Tað sum Kári ger nú er at snara hesa greiðu staðfesting til, at eg við míni grein skal hava funnið eina ?umbering? fyri landsstýrið í hesum máli. Og so turar hann fram við sínum teoriium um reiðarastudning, sum um einki er hent.
Hetta er ein grov manipulatión, og tað ber til at grundgeva eitthvørt sjónarmið við hesi metodu.
Nú passar tað Kára bert at nýta Ísland til samanberingar. Og hann hevur allar møguligar undanførslur fyri ikki at nýta Noreg, sum hevur eina skipan á økinum, sum er mestsum meinlík okkara.
Lesarin skal í hvussu er kenna hansara arbeiðshátt, sum er at byrja við niðurstøðuni og síðan at pilka enntá óveruligar grundgevingar fram úr rúgvuni, sum hóska við niðurstøðuni.
Og staðfest er, at royndin at nýta tær grundgevingar, sum vóru brúktar av landsstýrinum í 1997 fyri skattaskipanini eru fupp.
Tað sum sagt hetta sum málið snýr seg um.