Magnus Gunnarsson
Hanomag til Tvøroyrar
Í arbeiðinum hjá Føroya Ellisakførum við at savna tilfar til føroysku bilasøguna, kemur mangt áhugavert undan kavi. Eitt nú kom Hendrik Husgaard, versonur Wensel Petersen, við eini mynd, har børn hjá Wenzel sita í einum lítlum 2 persóna bili.
Ein, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at kanna gomul skjøl um teir fyrstu bilarnar, er Hergeir Petersen í Havn. Hann fann fram til, at ein ?Hanomag lille bil? varð seldur til Gudmund Mortensen á Tvøroyri í 1928. Skjótt vísti tað seg, at hetta var sami bilur. Í 75 ára minnisritinum hjá N.J. Mortensen var mynd av Gudmund Mortensen í bilinum saman við fleiri børnum. Við at kanna víðari, hava vit funnið fram til søguna um hesar Hanomag bilarnar.
Fyrsti Honomag bilur
Hanomag fyritøkan, Hannoverische Maschinenbau AG, varð stovnað í 1835. Teir byrjaðu við at gera arbeiðsamboð. Seinni bleiv fyritøkan kend fyri framleiðsluna av lokomotivum, jarnbreytavognum og traktorum. Fyrsti bilurin, teir gjørdu, var hesin Hanomag 2/10, ið varð sýndur fram á Berlin Motorshow í 1924. Hetta var ein lítil bilur til 2 fólk, við einum 1 syl. motori, 499 ccm. og 10 hk. Teir fyrstu vóru roadster modell uttan tak. Í 1926 kundi 2/10 fáast sum innilokaður við navninum ?Zweisitzer Limosine?. So løgið tað enn ljóðar, varð hesin eisini brúktur sum hýruvognur. Modellið varð gjørt frá 1924 til 1928, og tilsamans vórðu framleiddir 15775 bilar. Í Týsklandi varð hetta slagið av bilum nevnt motorsúkklubilar. Fram til kríggið gjørdi Hanomag fleiri sløg av persónbilum, men eftir kríggið framleiddu teir mest vøru- og lastbilar. Navnið Hanomag varð strikað, tá fyritøkan var løgd saman við Daimler-Benz í 1973.
Um fyrsta bilin í Suðuroy
Fyrsta bilin á Tvøroyri, sum eisini var fyrsti bilur í Suðuroynni, átti Niels Juel Mortensen, pápi Gudmund. Hetta var ein Ford, sum varð keyptur í apríl 1924. Í áður nevnda 75 ára minnisritinum hjá P/F N.J.Mortensen greiðir Hjørleif Enni, ið er føddur í 1916, soleiðis frá um bilin:
Fyrsta bilin á Tvøroyri átti Niels Juel. Hetta var ein 2-tons bilur, og eg minnist at eitt øgiligt fólk var samankomið, tá hann kom upp á land. Magnus Bærentsen - vit róptu hann Magnus bakaran - hann var slektaður av Sundi, varð tí eisini róptur Magnus á Sundi, hann var í handlinum hjá Niels Juel og var tann fyrsti, sum koyrdi hendan bilin, og Martin hjá Haldor, Martin Jespersen, og tá ið koyrt varð, mátti ansast væl eftir, tí vegurin tá var smalur, so har fekk eingin verið á vegnum uttan bilurin og fólk máttu tískil sleppa sær til viks. Ein herur av óvitum plagdi at hanga uppi í bilinum. Eg veit ikki, hvussu skjótt, ið koyrt varð, neyvan mundi tað vera meira enn einar 20 km um tíman, tí vegirnir vóru smalir, og so vóru eisini brúgvarnar at hugsa um.
Vit kunnu leggja afturat at næsti bilurin í Suðuroynni, ið kom í oktober 1925, var eisini ein Ford til J.Dahl í Vági.