Tað vóru gott og væl fýrahundrað fólk í høllini á Nabb leygarkvøldið, tá ið fyrst Spice Girls Eysturoy, síðan Súsanna Madsen nr. 2 í ársins songrødd og at enda Spice Power skuldu á pallin at undirhalda.
Sum við so nógvum øðrum tiltøkum her á landi, so noyddist man at bíða í rúma tíð, áðrenn tað fór nakað fram á pallinum. Eftir at plátuvendarin hevði stríðst í góðar tveir tímar fóru framførslurnar í gongd, tá ið klokkan mundi verða umleið 2.
Spice Girls Eysturoy
Fyrst á pallin var sum sagt ein bólkur av gentum úr Eysturoynni, ið róptu seg Spice Girls Eysturoy. Tær framførdu lagið hjá Spice Girls »Wannabe«, bæði við sangi og dansi. Hesar genturnar smæddust ikki, tær dansaðu runt á pallinum á júst sama hátt sum tær veruligu Spice genturnar.
Sangurin »Wannabe« er alt annað enn lættur at syngja, og av hesi orsøk eydnaðist sangurin hjá gentunum ikki so væl, sum hann kundi gjørt við einum øðrum, lættari lagi. Títtleikin í sanginum førdi við sær, at tær av og á mistu tónan, men tær royndust væl hóast alt. Tað hjálpti heldur ikki gentunum, at teknikkurin ikki var í topp júst hesa løtuna.
Men við eitt sindur av sangvenjing høvdu genturnar heilt vist tikið seg munandi fram, og møguliga vit tá høvdu hoyrt meira til tær. Tí at tær tora og duga at upptraðka, og tað hevur ikki so lítið at siga!
Súsanna Madsen
Tað er eingin ivi um, at kollfirðingar eiga ein sera evnaríkan sangfugl í tí ungu Súsannu Madsen. Hon sang sangin »Unbreak my heart« hjá Toni Braxton. Súsanna sang sangin so mikið væl, at ein skuldi næstan hildið, at tað var Toni Braxton sjálv, ið stóð á pallinum og sang.
Tíverri sang Súsanna bert henda eina sangin, men vónandi fara vit at hoyra nógv til hana í framtíðini, hon hevur í øllum førum røddina til at koma langt í føroyska tónleikaheiminum. Tað hevði verið sera áhugavert, um hon kanska hevði komið í samband við onkran tónleikabólk, ið hevði tørv á einari sangarinnu.
Spice Power
Síðst á pallin komu tær fimm genturnar úr Onglandi, sum tey flestu vóru komin fýri at síggja og hoyra, nevnliga Spice Power. Hesar lættkløddu genturnar vóru ikki sørt líkar teimum veruligu Spice Girls, og var tú staddur aftarlaga í salinum og hugdi niðan á pallin, so sást tú ikki, at hetta ikki vóru tær veruligu Spice genturnar.
Hesar genturnar bæði dansaðu og sungu væl, men tíverri megnaði teknikkurin ikki at fylla høllin nóg væl. Haldi tó ikki at áskoðarnir løgdu hetta til merkis, ið hvussu so er ikki mannfólkini. Teir vóru so hugtiknir av hesum ungu gentunum og teirra eggjandi kroppum, ið dansaðu við eggjandi rørslum til tónleikin. Tað var meira enn ein genta, ið noyddist at skúgva undir drongin hjá sær, so at hann ikki heilt gloymdi hana!
Tað var kanska eitt sindur óheppið, at summir av mannligu áskoðarunum høvdu hug til at sleppa upp á pallin at nerta við genturnar, men hetta tóktist ikki at nerva ensku genturnar. Tær sungu og dansaðu við sama laga, og tað tænir teimum til heiður.
Tað skal tó viðmerkjast, at onkur av hesum gentunum ikki megnaði at syngja heilt reint í onkrum sangi, tá ið tað gekk serliga skjótt fýri seg.
Ungdómurin dámdi
væl diskotekið
Tá ið ongin framførsla var á pallinum, høvdu fyrireikararnir ístaðin skipað fýri diskoteki, og tað vísti seg, at hetta var sera vælumtókt millum tey ungu. Tey 15 til 18 ára gomlu hava einki diskotek, sum tey kunnu fara í, so tað er heilt sjáldan, at tey sleppa at dansa til tann nýggjasta, dansitónleikin.
Hetta dansitiltakið var kanska ikki tað besta, sum skipað hevur verið fýri her á landi, men tað skal eisini havast í huga, at atgongumerkið bert kostaði 100 krónur. Hetta er ikki nakar høgur prísur, tá ið eisini ein útlendskur bólkur tekur lut. Ungdómurin klagaði ikki, serliga ikki tann mannligi parturin!