Manningarnar á fiskiskipum skulu hava tað gott

– Og so hevur tað eisini stóran týdning fyri umdømið okkara uttanlands

– Tað hevur stóran týdning, at manningarnar á fiskiskipum, hava tað gott umborð – men so er hetta eisini gott fyri umdømið okkara uttanlands. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í sjóvinnumálum, nú hann hevur lýst eina kunngerða um viðurskiftini hjá sjófólki.

 

Les meiri her: Sjófólk skulu eisini hava rætt til at hvíla seg

 

Hann sigur, at sostatt eru viðurskiftini umborð á skipum rættiliga útgreinað, og samstundis fylgja Føroyar altjóða reglum á økinum, sigur landsstýrismaðurin í einum tíðindaskrivi. Hann heldur, at umframt týdningin av at hava góð viðurskifti umborð, hevur hetta eisini týdning fyri umdømi Føroya í útheiminum.

 

Landsstýrismaðurin vísir í hesum sambandinum á, at tá ið flakatrolarin Gadus herfyri fekk altjóða góðkenning frá Global Seafood Assurances fyri ábyrgdarfullan fiskiskap, var tað júst ein av grundgevingunum at skipið lýkur altjóða krøv til arbeiðsumhvørvi. 

 

– Góð viðurskifti umborð á skipum styrkja umdømið ímillum tey ið keypa okkara fiskavørur - og tað kemur so afturat týdninginum av, at manningin hevur tað gott, sigur Helgi Abrahamsen.