Manningarnar mistu 22,1 milliónir

Tað kostaði manningunum á skipunum, sum fiskaði makrel, 22,1 milliónir krónur í mistari manningarhýru, at tilfeingisgjald varð sett á makrelin.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur gjørt støðuna upp, eftir at Hendrik Old, tingmaður hevur spurt hann um hesi viðurskifti.

Jørgen Niclasen staðfestir, at uppboðsølan gav tilsamans 72 milliónir krónur.

Nógvir ymsir skipabólkar vóru í makrelfiskiskapinum í summar, og tískil eru fleiri manningarsáttmálar, sum hava verið nýttir.

Men verður roknað við, at manningarparturin var 25%, og keypið av kvotum ikki var frádrigið, hevði manningin fingið 18 milliónir krónur meira í hýru.

Hinvegin var gav avgjaldið landskassanum 16,4 milliónir krónur.

Hevði avgjaldið ikki verið, hevði manningarparturin sostatt verið 4,1 milliónir krónur størri.

Tað vil siga, at var onki gjald lagt á makrelin, hevði manningarparturin undir vanligum umstøðum sostatt verið 22,1 milliónir krónur hægdi enn hann í roynd og veru var.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur afturat, at hevði onki avgjald verið á makrelinum, høvdu kommunurnar fingið 4,8 milliónir krónur meiri inn í persónsskatti og 3,6 milliónir meiri inn á partafelagsskatti.

Tilsamans er sostatt talan um 8,4 milliónir krónur, sum kommunurnar høvdu fingið meiri í kassan.

- Av teimum 8,4 milliónunum, kommunurnar hava mist, hava tær mist 6,8 milliónir av uppboðssøluni og 1,6 millión av tí at avgjald varð lagt á makrelin, sigur hann.