? Skal tað yvirhøvur verða hugsingur um hjá føroyingum at byggja skip, mugu vit fáa útlendingar uppí. Tí sjálvir hava vit ikki ráð til tað.
Ejler Jacobsen, reiðari í Havn er gamal í garði í føroysku fiskivinnuni.
Vit hava spurt hann, hvørja áskoðan hann hevur til hetta, sum nú hevur tikið seg upp í fiskivinnuni, at føroyingar eru farnir at útvega sær skip saman við norðmonnum
Hann sigur, at hetta er so sera einfalt at svara uppá:
? Fáa vit ikki útlendskar pengar uppí, fáa vit heldur ongi skip, so snøgt er tað, sigur hann.
Hann sigur, at avkastið í føroysku fiskivinnuni er alt ov lítið til at vit kunnu gera okkum nakrar sum helst vónir um at endurnýggja fiskiflotan, uttan at tað verður við útlendskari hjálp.
? At vera ímóti, at vit útvega okkum skip saman við norðmonnum, er tað sama sum at siga, at vit ongi skip skulu útvega okkum.
? Tí sum støðan er, hava vit ikki ráð til annað enn at fáa aðrar uppí. Alternativið er, at vit ongi skip fáa.
Sjálvur Heldur Ejler Jacobsen, at tað tað er ein hættislig, at ongi nýggj skip koma í flotan.
? Skulu vit fylgja við, er tað neyðugt við nýmótans vinnutólum, Og okkum tørvar hesi góðu skipini, sum hava so avbera stóra fiskiorku, sum nýggj skip hava í dag, sigur hann. Og tey eru so mannað við føroyingum burturav. Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum er Ejler Jacobsen sjálvur í holt við at byggja skip saman við norðmonnum.
Og hann sigur, at hjá teimum var støðan so greið, at vóru norðmenn ikki uppi í, kom heldur onki skip.
?Í fyrstuni fekk egningarmaskinan ein part av óbýttum, men tað vakti so mikla ónøgd, at hon misti partin. Sjálvandi hevði tað verið betri, um vit megnaðu tað einsamallir, men tað gera vit bara ikki.
? Tí tað er ikki ein og hvør, sum gongur við so nógvum milliónum í lummanum, at hann byggir skip einsamallur.
Hýran er lækkað
Ejler Jacobsen sigur, at ein stór orsøk til, at vit ikki megna at endurnýggja fiskiflotan sjálvir, er, at hýran hjá manningini er ov høg.
? Á teimum gomlu nótabátunum fer manningin við 26% av brutto. Men við nýggju nótabátunum, fær manningin 16% og tað sama verður galdandi við nýggju Krúnborg.
Ejler Jacobsen sigur, at hetta ger allan munin. Tí fekst hendan avtalan ikki ílag, fóru teir yvirhøvur ikki í holt við skipið.
? Fíggingarstovnurin gjørdi okkum eisini greitt, at fór hýruprosentið ikki niður, fingu vit heldur ikki fingið fígging til skipið.
Hann heldur ikki, at hetta er eitt órímilig avtala, tí hóast hýruprosentið er munandi lækkað, hevur manningarparturin táttað í milliónina, so úrtøkan er heilt avgjørt ílagi, hóast prosentið er minni.
Manningin fær -reiðarin betalir
Ejler Jacobsen sigur, at yvirhøvur er tað trupulleikin, at hýruprosentið hjá manningunum er ov høgt, tí tað verður alt ov lítið eftir til skipið at endurnýggja flotan við.
Hann sigur, at nú samráðst varð um nýggjar sáttmálar, bleiv bara tosað um, at nú vildu reiðararnir hava hýrurnar niður í.
Hetta heldur hann gevur eina púra skeiva mynd av v eruleikanum.
? Tí í sáttmálanum stendur, at rationaliseringar skulu koma bæði manning og skipi til góðar.
? Men alt tað eg veit um, eru rationaliseringar bara komnar manningunum til góðar.
Hann sigur, at sjónskastu dømini um hetta eru línubátarnir.
? Eg minnist, tá ið eg var við línu í mínum ungu døgum, at tá kravdust 24-25 mans til at manna eitt línuskip.
? Men fóru rationaliseringar at taka seg upp.
? Fyrst kom kveylarin, har ein maður varð spardur, so kom eitt, sum snúraði teymarnar av, so kom egningamaskinan o.s.fr.
? So nú eru ikki meiri enn einir 14 mans við hesum somu skipum.
? Talan er sostatt uppá eina rationalisering uppá 10-11 mans.
Ejler Jacobsen spyr, hvør hevur betalt allar hesar rationaliseringar - og hvør hevur fingið ágóðan av teimum.
Hann svarar sjálvur:
? Manningin hevur fingið 10-11 fleiri partar at býta. ? Men reiðarin hevur onki fingið uttan rokningina.
? Í fyrstuni var tað tó so, at egningarmaskinan fekk ein part av óbýttum.
? Men hetta vakti so mikla ónøgd, at hon misti partin.
Ejler Jacobsen sigur, at við donskum skipum er tað so, at verða rationaliseringar gjørdar, fær manningin ein part av ágóðanum og manningin fær ein part.
? Verður ein rationalisering t.d. gjørd u mborð á einum kraftblokkabáti, sum førir við sær, at tríggir mans verða spardir burtur, fær reiðarin tveir partar og manningin fær ein part at býta sínamillum. Hann sigur, at tað er heilt órímiligt, at reiðarin ikki fær ein part av ágóðanum, tá ið rationaliseringar verða gjørdar, men at manningin fær alt.
? Men her má eg siga, at manningarfeløgini hava verið serstakliga ólagalig, tá ið vit hava samráðst um nýggjar sáttmálar, ikki minst yvirmenninirnir.
Hann sigur, at reiðarafelagið hevur gjørt, hvat tað hevur kunnað at fáa hesi viðurskiftini broytt, men til fánýtis.
Hann heldur, at skal talan verða um at endurnýggja skipaflotan, mugu hesi viðurskifti broytast, tí tað er her, hundurin liggur grivin.
Um tað hevði hjálpt at setthandilskvotur í gildi, veit hann ikki. Hann hevur verið ímóti at tað skuldi bera til at keypa og selja fiskirættindi.
Og tankin hóvar honum ikki, at tað skal koma so langt í Føroyum, sum tað er í Kanada og í Íslandi, at keyp og søla av kvotum skal gerast ein vinnuvegur hjá summum, sum ikki so frægt sum eiga skip, men bara sita á landi og býta pening ímillum sín, meðan teir, sum eru í vinnuni, hava ilt við at klár a seg.
Annars er Ejler Jacobsem ikki bangin fyri, at útlendingar sleppa at seta pening í føroysk fiskiskip. So leingi teir ikki eiga so nógv, at teir hava ræðið á skipunum ger tað onki. Men í løtuni hava vit onki val, tí vit hava ikki ráð at gera tað sjálvir, leggur hann afturat.