Manslandsliðið tikið út

Lars Nedergaard hevur tikið sín fyrsta bruttuhóp út til A-landsliðið hjá monnum

 

Í gjár boðaði nýggi landsliðsvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti frá, hvørjar mans hann vil hava til venjingar næsta fríggjadag.

Tá verður fyrsta venjingin hjá liðnum, og síðani verður vant eina ferð um mánaðin.

21 spælarar eru tiknir út, og øll liðini í bestu deildini hava onkran spælarar í bruttohópinum.

Fimm málverjar eru tiknir út. Teir eru Eli Müller og Bárður Nielsen úr VÍF, Lars L. Black og Johan Danielsen úr Kyndili, og Levi Nybo úr H71.

Útispælararnir eru: Janus Einar Sørensen Kyndil, Mortan Hansen Tjaldur, Kristian Madsen KÍF, Hans Áki Dahl-Christiansen Neistin, Johnny Joensen VÍF, Háraldur Bjørgvin VÍF, Ári Rouch Neistin, Sveinnur Justinussen St.ÍF, Sámal Joensen VÍF, Heini Joensen Neistin, Ingi Olsen VÍF, Bjarni Wardum H 71, Áki Olsen VÍF, Halgir Dahl-Olesen, H 71, Høgni Klein Kyndil, Regin Petersen KÍF.