Maradona hóttir við at gevast

Eftir bara tvær vikur í landsliðsvenjarasessinum í Argentina hóttir Diego Maradona longu við at gevast í sessinum.

Orsøkin til hetta er, at Maradona sjálvur vil gera av, hvør hjálparmaður hansara skal vera. Her vil argentinska legendan hava fyrrverandi liðfelagan á argentinska landsliðnum, Oscar Ruggeri, at hjálpa sær, men tað er leiðslan í fótbóltssambandinum alt annað enn fegin um.

- Eg orki ikki fyri Ruggeri. Hetta er nakað persónligt okkara millum, sigur argentinski fótbóltsforsetin, Julio Grondona.