Ein av mongum serfrøðingum, sum eisini metir um fjórðingsfinaluna millum Frakland og Ísland, sum verður spæld á Stade de France leikvøllinum í París í kvøld klokkan 20 er argentinska fótbóltslegendan, Diego Armando Maradona.
Í blaðnum "Times of India", skrivar Maradona, at Frakland verður eitt sterkari mótstøðulið hjá Íslandi enn Ongland var í áttandapartsfinaluni, og fraklendingar eru eisini svangir eftir at eydnast, og eru eisini á heimavølli, men Maradona heldur, at Ísland kann volda Fraklandi trupuleikar.
- Vit hava áður sæð lið, sum Brasil detta sundur frammanfyri einari stórari heimafjøld, men Frakland megnaði at gagnnýta heimavøllin, tá teir vendu einum hóttandi tapi til ein 2-1 sigur ímóti Írlandi í áttandapartsfinaluni, skrivar Maradona.
Maradona væntar, at Frakland kemur út, sum eitt ódnarveður ta fyrstu løtuna, og tá ræður um hjá íslendingum at verja væl. Maradona heldur, at íslendingar duga væl at umstilla seg til støðuna teir eru í, og tað er eingin brotsgerð, at eitt lið, sum Ísland liggur djúpt á vøllinum, sambært Maradona.
- Um Ísland heldur málið reint, og megnar at frustrera Frakland, so hava vit ein spennandi dyst, tí verjan hjá Fraklandi er ikki so sterk, sum hon átti at verið. Íslendingar kunnu gagnnýta, at fraklendingar leypa á við nógvum fólki, og íslendingar kunnu bíða eftir møguleikanum at fara í mótálop. Skaðin hjá Verane hevur viknað fronsku verjuna. Vongbakkarnir, Patrice Evra og Bacary Sagna eru ikki so sterkir, sum teir áður hava verið. Venjarin, Deschamps brúkar teir, tí hann hevur ikki aðrar møguleikar. Verjan hjá Deshamps manglar enn at verða veruliga testað, skrivar Diego Armondo Maradona í Times of India.