Maradone tekur Higuain við

Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradon, hevur heitt á málslúkin hjá Real Madrid, Gonzalo Higuain, um at koma við í hópin, sum í seinastu avgerandi dystunum móti Peru og Uruguay skal royna at stríða seg til HM-endaspælið. Argentina hevur havt tað sera tungt seinasta árið, og í miðlunum hevur fleiri ferðir verið heitt á Maradona, um at taka Higuain við í hopin. Hinvegin eru veteranarnir, Javier Zanetti, Fernando Gago og Lisandro Lopez ikki við í hópinum.