Marco polo – reinføri ella ósemja

Bara bagatellir – onki problem: Hetta var viðmerkingin frá Nordin Manai, tá eg ringdi til matstovu hansara, Marco Polo, 2. november í ár. Í hondini sat eg við 8 síður drúgvu frágreiðingini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og bað eg Nordin Manai um eina viðmerking til hana.


Ógrundaðar skuldsetingar
Í Dimmu í dag skrivar blaðkvinnan, Beate L. Samuelsen, um málið viðvíkjandi matstovuni Marco Polo, sum varð stongd 1. oktober, eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
Hon skrivar: Sjálvur er Nordin Manai ikki í iva um, at fráboðanin til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna komst av eini ósemju, sum stutt frammanundan hevði tikið seg upp millum eitt tíðindablað og hann.
Og tá so ein gestur, sum hevði vitjað á Marco Polo, fekk ilt í búkin, var matstovan meldað.
 
Eg ringdi sjálv
Eg fái mær javnan ein bita á einum av teimum mongu matstovunum í Havn, sum tíbetur hava stungið seg upp seinnu árini. Hendan dagin vóru eg og maðurin, sum annars ikki eru sart, og ótu á Marco Polo. Maturin bæði luktaði og smakkaði illa, og eg gjørdist somikið ótilpass í maganum, at eg ringdi út á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, fyri at fáa tey at kanna matstovuna. Hagani vóru boðini, at tvey onnur, sum høvdu etið í matstovuni dagin fyri, høvdu longu boðað frá, og at serføðingar teirra júst nú vóru á veg oman at kanna matstovuna.
Sigast skal, at eg ongantíð áður havi fráboðað myndugleikunum, tí eg vanliga havi álit á, at maturin er í lagi, tá eg eti úti.
 
Íspunnin ósemja
Í blaðgreinini hjá Beate L. Samuelsen, sleppur Nordin Manau at insinuera, at vit hava plantað søguna, tí onkur ósemja skuldi verið millum hann og okkurt tíðindablað (onki um, hvat tíðindablað talan er um). Hvørgi teirra ger sær tann ómak at greina út, hvør ósemja talan er um, og Beate L. Samuelsen krevur onki prógv fyri, at ein ósemja er millum undirritaða blað og so Nordin Manai. Undir øllum umstøðum, so er og hevur ongin ósemja verið millum okkum og Nordin, so vit vita ikki, hvat hann tosar um, og hví tað skal nevnast í blaðnum.
 
Og vit endurtaka..
So, hóast tað nívir okkum, kenna vit okkum noydd at endurtaka nakað av øllum tí, sum, sum stóð í átta síður drúgvu frágreiðingini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hendan dagin. Bara so ongin ivi skal vera um, at hetta ikki er ein søga, sum er íspunnin vegna ósemju: um mat, sum lá úti í stovuhita og tiðnaði, um tipta hondsápuítatið í køkinum, um høsnarungar, sum lógu í einari balju á gólvinum í kjallaranum og tiðnaði, um matin á buffetini, sum ikki hevði nær í námind tann rætta hitan, tí onkur hevði sløkt fyri hitalikaminum, um skitnar og óruddiligar goymslur, um óinnpakkaðar pannukøkur og ráar búffar, ið sløddust hvørt um annað í eini frystiboks, um køliskápið ið var 14 stig heitt, hóast tað eigur at verða í mesta lagi 5 stig... og so framvegis og so framvegis. 8 A4 síður, pinnpakkaðar við notatum, sum serfrøðingarnir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava skrivað.
Alt hetta prógvar sjálvsagt ikki, at tað er av matinum á Marco Polo, at fimm fólk gjørdust sjúk í maganum. Tað siga vit eisini í greinini – tað, sum er etið, er etið og kann tískil ikki verða kannað.
 
Fimm sjúk fólk
Men ein sannroynd er tað, at at vit vóru fimm kvinnur, sum vórðu sjúkar eftir at hava etið í Marco Polo – fýra týsdagin og eg sjálv mikuadagin. Hinar vóru sjúkar í maganum mikunáttina, og ein teirra boðaði Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá hósdagin.
Tær vóru Julianna á Geilagarði, pedagogur í Barnagarðinum á Svangaskari og Tóra Johannesen, pedagogur á stovninum Reiðrið í Saltnesi, sum vóru í Havn á álitisfólkafundi hjá pedagogfelagnum. Tóra skrivaði okkum á redaktiónini bræv, eftir at málið hevði verið í blaðnum.
Og so vóru tríggjar kvinnur frá Almannastovuni á Toftum, sum vóru á skeið hjá Almannastovuni í Havn og fingu sær eisini ein bita á Marco Polo. Tvær teirra gjørdust eisini illa sjúkar mikunáttina. Og so eg sjálv, Rigmor Dam, sum var sjúk hósdag, fríggjadag og leygardagin eftir.

--


Til Sosialin
 
Eg eri ein av teimum, sum bleiv sjúk av matinum á Marco PoloL.
Týsdagin vóru eg og ein onnur í Havn á álitisfólkafund hjá Pedagogfelagnum. Vit arbeiða ikki á sama stovni, búgva ikki í somu bygd og hava ikki etið eina máltíð saman í langa tíð. Umleið klokkan 13.45-14.00 fóru vit oman í býin at keypa okkum ein bita, áðrenn vit fóru til arbeiðis. Tað skuldi helst ikki taka ov langa tíð, so vit valdu at fara á Marco Polo at eta bufféf. Maturin var ikki so innbjóðandi, men vit hildu, at tað kanska var tí, at vit komu eitt sindur seint, so maturin kanska hevði staðið í longra lagi. Eitt par sat við eitt av hinum borðunum, onnur fólk vóru ikki inni tá, burtursæð frá Nordin Manai og ein maður, sum sótu við eitt borð.
Út á kvøldið byrjaði eg at gerast sera ring í búkinum. Hevði ógvusligar magakrampar, kvalma og diarré, og soleiðis gekk øll náttin. Morgunin eftir tosaði eg við hina í telefon um okkurt viðvíkjandi pedagogfelagnum, og tá vit vóru um at enda samrøðuna sigur hon við meg ”tú forrestin, hevur tú verið sjúk í nátt?” Eg svaraði ”Ja um eg havi. Eg havi ikki blundað á náttini, havt sera ringar krampar og siti á wc-num fyri tað mesta. ”Sama skili her,” segði hon.
Tá fekk eg mistankan um, at tað helst var maturin, sum vit høvdu etið á Marco Polo, ið var orðsøkin til búkilskuna, so eg avgjørdi at ringja til Heilsifrøðiligu Starvsstovuna.
Seinni mikukvøldið frætti eg um tvær aðrar, sum eisini høvdu havt somu trupulleikar í búkinum, hesar høvdu eisini eti á Marco Polo týsdagin, men høvdu ikki verið saman við okkum hendan dag.
Sjálvandi ber ikki til at kannað matin. Hann hava vit jú etið, men eg eri kortini fullvís í, at tað var maturin á Marco Polo, sum gjørdi okkum sjúkar, og eg rokni við, at onkur annar helst eisini er vorðin sjúkur hendan dagin á Marco Polo, sjálvt um Nordin Manai sigur nakað annað. Eg var í øllum førum sera illa við, tá eg læs í Sosialinum, hvussu ring støðan var á Marco Polo. Orsøkin til, at eg ringdi til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna er, at tá vit fara út á matstovu at eta, so eiga vit at kunna kenna okkum trygg við tað, sum vit fáa serverað. At alt er handfarið á rættan hátt og at reinførið er í lagið, so vit ikki gerast sjúk av matinum, hetta er minsta kravið. Mær dámar væl at fara út at eta av og á, men eg fari at verða meiri skeptisk framyvir, og á Marco Polo fari eg ongantíð aftur, tað er vist.
 
Vinarliga ein, sum bleiv sera ring av mateitran.
 
 
Tóra Johannesen,
Toftir, 2. november 2006