1. juni í fjør lat Nordin Manai upp matstovuna Marco Polo í Sverrisgøtu í Havn. Nú minni enn eitt ár seinni hevur hann longu víðkað um hølið við at innrætta og taka í nýtslu aðru hædd.
? Tað hevur næstan allatíðina verið ætlanin at innrætta aðru hædd eisini. Hon er innrættað soleiðis at hon kann hýsa minni bólkum við 15?20 fólkum. Hendan møguleikan hava vit ikki havt áðrenn - ella í hvussu er hevur tað ikki verið so lætt at havt minni bólkar, sigur Nordin Manai, ið bæði eigur og rekur matstovuna.
Smærri bólkar
? Eftirspurningurin og áhugin hjá smærri bólkum, sum hava hug at koma inn á matstovuna at fáa sær ein góðan bita, er vaksandi.
? Tað eru til dømis ítróttarfeløg ella ymiskir áhugabólkar, sum bíleggja.
? Nú er møguleikin hjá okkum nógv betri, soleiðis at bólkarnir kunnu vera fyri seg sjálvan og næstan hava tað, sum tey ynskja, sigur Nordin.
Nøgdir kundar
er besta lýsingin
Gestirnir eru nógvir á Marco Polo. Ein vanligan dag liggur tað um eini 50, meðan einir 200 gestir plaga at vera um dagin í vikuskiftinum. Umframt at matur verður gjørdur til gestirnar á matstovuni, verður matur eisini koyrdur út
? Tað, sum vit leggja mest dent á við matstovuni, er, at fólk skulu kenna seg væl, meðan tey eru her.
- Vit vilja ikki vera eins fín og dýr, sum fleiri aðrar matstovur í Havn. Vit vilja vera eitt tilboð fyri tey vanligu fólkini, men sum eisini ynskja sær eina góða tænastu.
? Vit ynskja eisini og arbeiða fyri at betra tænastu okkara. Tann besta lýsingin er, at fólk sum hava verið inni á matstovuni tosa við onnur.
? Nøgdir kundar er tann besta lýsingin, vit fáa, leggur Andras Petersen, annar av kokkunum, uppí.
Fyri føroyingar
Á Marco Polo arbeiða 8 fólk; tá er Nordin Manai íroknaður. Nordin sigur, at fíggjarliga melur tað runt, men tað gongur ikki nóg væl.
? Í tílíkum virksemi gongur tungt í fyrstuni. Tað tekur tíð at arbeiða seg upp.
? Vit leggja fyrst og fremst upp til at fáa føroyingar inn á matstovuna. Vit hava eitt fjølbroytt úrval av rættum, og teir flestu av teimum hava eitt eysturlendskt eyðkenni. Til dømis verða nógv ymisk kryddarí nýtt.
? Ikki er so nógv av hesum mati at fáa í Føroyum annars, og tí er hetta eitt serstakt tilboð til føroyingar sum ynskja at royna nakað annað enn bara tað vanliga, sigur Nordin.
Laksur við panneraði skinku
- Ferðafólkið er her bara góðar tveir mánaðir í Føroyum, og tí er tað ov lítið grundarlag fyri at bara at byggja grundarlagið á tey.
- Men vit fáa eisini nøkur av teimum inn á gólvið um summarið, og tað gevur eitt gott ískoyti. At matstovan liggur so væl fyri, beint við gongugøtuna í Havn er kanska grundin at fleiri koma inn.
? Vit hava ikki havt nakran serføroyskan mat at bjóða teimum, og tað er heldur ikki tað vit vilja. Hinvegin vilja vit gjarna royna nakað nýtt. Tí hava vit eisini sett ein nýggjan rætt á matskránna, sum er laksur við panneraði skinku.
Bæði ja og nei
til skeinkiloyvi
Marco Polo hevur ikki skeinkiloyvi. Til spurningin um matstovan er verri fyri við ikki at hava skeikiloyvi, svarar Nordin bæði ja og nei.
? Ja, eg upplivi tað serliga við ferðafólkunum. Fleiri koma inn á gólvið, men tá ið tey hyggja eftir matskráini og síggja, at tey fáa ikki eitt glas av víni afturvið, eru fleiri, ið fara út aftur.
? Hinvegin svari eg eisini nei, tí tað eru nógv fólk, ið koma her, sum ikki ynskja at drekka. Tey seta eisini prís uppá, at her verður ikki skonkt. Tey skulu eisini hava eitt stað at vera, har tey ikki vera órógvað ella kenna seg illa, tí tey ikki drekka, sigur Nordin.
Dreymur gingin út
Hóast tað er minni enn eitt ár síðani, at Nordin, ið er frá Tunesia, lat upp matstovu, hevur hetta verið ein dreymur hjá honum og brøðrum hansara í langa tíð.
? Tað var meðan vit lósu í Frankaríki at vit tosaðu um tað. Bróður mín var farin til Føroya, og eg fór at vitja. Eg fór bara ongantíð avstað aftur, sigur Nordin.
At Nordin hevur dámað væl í Føroyum eru tey 24 árini, hann hevur verið her, eisini eitt prógv um. Men at hann ikki er føroyingur, hoyrist væl, tá ið hann tosar. Hann hevur bæði konu og børn her. Mestu tíðina í Føroyum hevur hann tó arbeitt sum bilmekanikari.
Tað er kortini ikki bara dreymurin við matstovuni hjá Nordin, ið er gingin út. Bróðurin, Mouldi Manai, hevur eisini eina matstovu í Havn. Matstovuna Rio Bravo.